Herfyri høvdu vit í Miðvikuni frásøgn um danska amtmanssonin Hans Ringberg, sum var á vitjan í Føroyum. Meira enn 70 ár eftir, at hann er farin úr Føroyum, kennist tað framvegis sum at koma “heim” at síggja klettarnar aftur. Tað sama var galdandi fyri systir hansara Ásu
Hetta er kortini ikki nakað eindømi. Nú um dagarnar hittu vit donsku systkini Jørgen og Else f. Hansen, sum búðu í Føroyum undir krígnum, og sum fóru avstað aftur til Danmarkar fyri 64 árum síðani. Tey kenna seg framvegis drigin at Føroyum. Hesa kenslu hava tey, hóast Else ongantíð hevur verið aftur, og Jørgen bert hevur verið eina ferð síðan tey í 1945 fluttu aftur til Danmarkar.
Henda søgan byrjar við, at danin Johannes Dewald Hansen mest sum til stuttleika søkir starvið sum amtslandinspektør í Føroyum. Hetta hevur verið eitt slag av forleypara fyri Matrikulstovuna, sum var stovnað í 1948. Heilt óvæntað fær hann arbeiðið.
Johannes var tá trúlovður við Helgu, sum dámdi væl hesa avbjóðing. Men tey máttu giftast, áðrenn tey fóru. Her mátti gerast skjótt av, so tey giftast tann 3. februar 1936, sum tey fara til Føroyar dagin eftir tann 4. februar.
Tey leigaðu sær eini hús úti á Rundingi. Tað vóru beint har Bacalao, nú Føroya Fiskavirking, er. Hesi húsini eru tískil burtur í dag.
Aftaná tvey ár fingu tey ein son, sum fær navnið Jørgen. Tey fara eitt skifti aftur til Danmarkar, men tey koma aftur, áðrenn Danmark og Føroyar verða hersett fyrst í apríl 1940, og sambandið millum londini verður kvett. Tey komu tá í somu støðu, sum nógvir føroyingar í Danmark. Einasta samband við ættina í Danmark var Reyða Kross brøv, har tað hægst kundu vera 25 orð. Ofta tók tað eisini langa tíð hjá hesum brøvum at koma fram. Tey skuldu sendast um uttanveltað lond.
Men tey høvdu tað kortini framvegis gott í Føroyum, og í 1941 fáa tey so eina dóttir, sum fær navnið Else.
Gudrun verður barnagenta
Tey komu tá at hava brúk fyri barnagentu. Her komu tey heilt væl fyri. Johannes arbeiddi í Arnes Minde í Bringsnagøtu, oman móti Bryggjubakka. Ein ørindagenta hjá teimum var tann tá um 12 ára gamla Gudrun, dóttir Margrethu og Theodor Samuelsen, seinni kendur sum “Kongelig Lods”.
Hon kom so at vera barnagenta hjá teimum báðum systkjunum, tá ið tørvur var á tí. Hon spældi við tey, tá ið tey ikki vóru í barnagarði, sum var hjá Nonnunum, og annars var hon um tey, tá ið høvið beyðst. Sum tað skilst riggaði hetta stak væl, og tey blivu sera góð.
Serliga Jørgen minnist mest frá sínum barndómi í Føroyum, sum jú var merktur av bretsku hersetingini. Úti á Rundingi høvdu tey eisini hønur. So tað hendi seg, at hann tók egg úr reiðrinum og fór út til bretsku hermenninar, sum húsaðust við gamla landsbókasavnið at lata teimum. Aftur fyri fingu tey sukurlátu og annað forkunnugt góðgæti. Hetta var í sær sjálvum sera spennandi, og tað vóru nógv føroysk børn, sum royndu tað sama.
Tey minnast eisini grindadráp á Eystaru Vág, og hvussu grindin varð býtt. Men serliga minnast tey grindakúlurnar, sum vóru lagdar í eini røð úti á Rundingi. Tær skuldu brúkast til taðing. Sum fráleið gjørdist lukturin ramari og ramari!
Rundingur hevði sítt navn eftir eini ríðibreyt, sum eigararnir av fabrikkini hjá Østrøm høvdu bygt stutt fyri aldamóti. Her var eisini fiskaturking í nógv ár.
Úti har var annars eisini fyrsta elverk í Havn. Her vóru ymisk út- og pakkhús. Á Rundingi byrjaði Elias í Rættará eisini at smíða bátar, og her byrjaði Skipasmiðjan við Kjartan Mohr eisini sítt virksemi.
Rýmdu undan bumbum
Tað var nógv virksemi á Rundingi. Men tað, sum tey hjá Jørgen og Elsu tó høvdu mestan ampa av, var, at tey búðu so tætt at oljutangunum, og teir vóru jú uppløgd mál hjá týskum bumbuflogførum.
Tað vóru fleiri álvarslig bumbuálop á Havnina fyrst undir krígnum. Men serliga gav hetta at býta 21. februar 1941, tá ið tvey týsk bumbuflogfør gjørdu álop á skip og oljutangar í Havn. Tað var hendan dagin, at Lincoln City varð søkt. Við vóru 27 mans. Við skjótum atburði frá landi eydnaðist at bjarga 18 av manningini. Eitt av flogførunum varð eisini rakt av luftverjukanónum og neyðlendi á Gøtuvík.
Serliga atsóknin at oljutangunum gjørdi tað ov ótrygt at búgva á Rundingi, og tey komu tá eina tíð at búgva hjá Heina Clementsen, ættaður av Skarvanesi, og sum búði í Hornabø. Kona hansara var “Kyll,” sum hon var kallað. Hetta komst av, at hon var so krúllut, sum smágenta. Hon vildi kallað seg “kryll”, men tað gjørdist til “kyll.”
Tað vóru nógv fólk sum flutti, eisini út Havnini.
Í hesi støðu vísti tað seg, at har tað er hjartarúm er eisini húsrúm. Tí kundu tey hjá Heina hýsa hesi familju. Tey áttu fýra døtur Margretha, Marna, Sunnuva og Karin. Karin var yngst, so hana minnast tey ikki. Men annars komu at kennast sera væl. So væl, at tey seinni fóru í føðingardag hjá Jørgen og Elsu, tá ið tey seinni fluttu oman á Runding aftur.
Aftur til Danmarkar
Í 1945 er so aftur samband við Danmark, og tey flyta heimaftur. Pápin var eftir at rigga arbeiðið av, men mamman og børnini fara avstað við Bussard, sum tá var eitt ferðamannaskipi, sum sigldi til Føroya. Hetta skip sigldi annars til og frá Århus.
Men at koma aftur til Keypmannahavnar var, sum tey kalla tað, eitt fullkomiligt “kultursjokk”. Tey høvdu als ikki ímynda sær ein stórbý sum Keypmannahavn. Alt var so ótrúliga nógv øðrvísi enn Havnin. Bert tað at síggja ein sporvogn var fullkomiliga fremmant. Tá ið tey fyrstu ferð komu í ein sporvogn hildu tey, at tey skuldu búgva í honum!
Tá ið tey so komu í skúla, vórðu tey eisini roknað sum nakað heilt serligt, tá tey fortaldu, at tey vóru fødd í Føroyum. Tey máttu eisini upptraðka á føroyskum sum at syngja og dansa.
Vitanin um Føroyar var ikki tann stóra í donskum skúlum. So tey kundu so eisini imponerað hini í flokkinum, til dømis tá ið lærarin spurdi, hvør ið var vestasta oyggj í Føroyum.
Kundu ikki gloyma Føroyar
Tíðin hon gongur. Men Jørgen og Else gloyma ikki Føroyar, og tey sakna nógv teirra kenningar í Føroyum. Men tað gingu nógv ár, áðrenn tey gjørdu álvara av at koma í samband aftur við Føroyar.
Tey fingu sum frá leið eina kenslu av, at alt var so nógv broytt, at tað kundi gerast vónbrot at koma aftur higar.
Men í 2003 ger Jørgen av, at nú skal tað vera. Hann fer til Føroyar at leita eftir teimum trimum Clementsen-systrunum. Og Else leggur honum eina við, at hann kemur ikki aftur uttan at hava funnið fram til Gudrun, barnagentuna.
Jørgen kemur at búgva hjá Lillian Nielsen, og hann greiðir henni frá sínum ørindum í Føroyum. Lillian sigur, at her var ikki neyðugt at leita meira, tí hon var svigarinna eina av hesum systrum, Sunnovu.
Horvna skeiðin
Tað var skjótt at tey kundu hittast, og tað var ein frøði at síggjast aftur eftir 58 ár. Tá kundi Marna handa Jørgen ein lítlan pakka. Inni í lá tann skeiðin, Jørgen fekk sum dópsgávu sum barn.
Henda skeiðin hevði verið horvin alla hesa tíð. Skeiðin hevði eina serliga søgu. Marna hevði funnið skeiðina í moldini, einaferð hon gróv úti í havanum í barndómsheiminum. Jørgen man sum lítil hava tikið skeiðina at spæla við uttanfyri og hevur so mist hana í moldini. Marna visti tá ikki, hvar Jørgen var og hevði trúliga goymt skeiðina. Hon hevði enntá tikið hana við til Danmarkar, tá ið tey fluttu. Men hon varð so í skundi sent til Føroyar, so Jørgen kundi fáa hana. Tað er óneyðugt at siga, at nú verður henda skeiðin goymd sum reyðagull.
Nú var eftir at finna Gudrun, men hetta var lættari sagt enn gjørt. Hon var eftir øllum at døma ikki í Havn. Tað verður ringt runt í býnum at fregnast, men ikki fyrr enn ein av teimum seinastu døgunum hjá Jørgen í Føroyum verður funnið fram til, at Gudrun er flutt til Danmarkar, og Jørgen fær hennara adressu.
Aftur “heim” til Føroyar
Tá ið Jørgen heim aftur komin fer at vitja Else, letur hann henni ein brævbjálva og sigur, at hetta er til tín. Tá er tað adressan hjá Gudrun. Tað var ein tann besta gávan, sum hon kundi fáa.
Tey hittust so á ein matstovu í Keypmannahavn. Tá var frøði á teimum. Her var nógv at práta um, og tey sótu nógvar tímar og tosaðu.
Nú kom tað sjálvsagt uppá tal at koma aftur til Føroyar. Men Else segði, at hon kom ikki uttan, at Gudrun esini kom við. Tað skuldi hon ikki biðjast um fleiri ferðir.
Tey vóru tískil fimm sum komu. Gudrun og dóttir hennara Turid, Else og Jørgen saman við konu síni Winnie.
Tey hava verið víða. Tey hava vitjað krígssavnið í Vágum, sum jú minnir um teirra barndóm. Tey hava siglt runt Nólsoynna við Trygva, bróðurson Gudrun, eins og tey hava vitjað fólk. Hetta var ein hugtakandi uppliving.
Eisini hava tey boðið gomlum vinum oman í Bøgøtu, har tey búðu, nú tey vóru í Føroyum.
Tey hava eisini sæð part av teirra barnaheimi, sum fyri langari tíð er horvið. Tá ið húsini vóru niðurtikin í síni tíð, vóru fleiri lutir settir upp úti á Háskúlanum á Frælsinum, millum annað trappurnar, sum vóru inni í húsinum. Hesar trappur mintust tey væl aftur, og tær góvu serlig minni um ein góðan barndóm.
Tey lata væl at blíðskapi og beinasemi í Føroyum. Takkað verið Haldane frá Fornminnissavninum hava tey fingið myndir av teirra gomlu húsum saman við umhvørvinum har á leiðini.
Jørgen býr sunnarlaga á Sjællandi. Hann er pensjoneraður nú, men hevur annars verið sølustjóri á eini VHS-fyritøku.
Else býr í Odense, og hon eigur ein son. Tey siga, at tað kann væl hugsast, at tey koma “heim” aftur til Føroyar.
Ommudóttirin kend filmstjørna
Gudrun átti fýra systkin. Tey vóru Olaf (á Borðuni,) Temmy, Kiss og so Frida, sum doyði 12 ára gomul í 1929 av tuberklum. Pápin Theodor, ættaður úr Klaksvík, var kendur sjómaður, sum kom at sigla víða um. Hann kom eisini at sigla sum kendur maður í Grønlandi. Síðan kom hann at verða knýttur at Tórshavnar Havn, eisini sum loðsur. Hann kundi undir ringum umstøðum loðsa sjálvt tey størstu skip inn í Tórshavnar havn.
Gudrun giftist við einum dana, og tey fingu fimm børn. Fyrstu árini búðu tey í Føroyum, men fluttu so niður til Danmarkar. Maðurin er síðan deyður. Gudrun eigur 12 ommubørn og 14 langommubørn. Børnini tosa sera væl føroyskt, og hetta er tí at Gudrun altíð hevur tosað føroyskt við tey.
Ein sera kend ommudóttir er 29 ára gamla Cecilie Stenspil, sum hevur høvuðsleiklutin í donsku sjónvarpsrøðini Livvagterne. Hon er eisini eitt gott umboð fyri Føroyar, tí hon dylir ikki fyri, at hon er av føroyskari ætt.
Cecilia hevur nú fingið ein nýggjan stóran leiklut sum Elisa í My Fair Lady á Kongaliga Teatrinum. Hesin leikur verður frumsýndur í 2010. Ein beiggi hennara Simon er eisini sjónleikari. Tey vitja eisini í Føroyum, og hava verið her í vár.
Tað var hugaligt at kunna fáa enn eina frásøgn um samskifti millum danir og føroyingar. Slík sambond kunnu bert vera báðum londum til fyrimunar.