dagførast. Hvussu skal tað skiljast? Jenis av Rana væntar ikki, at tað fer at gangast væl. Bert tað at samgonguskjalið er so breitt, borgar fyri at hon ikki fær langa livitíð. Ístaðinfyri at fáa semju í sam [...] oljumál sum øki fyri seg, av tí at oljuvinnan ikki er aktuel í løtuni. Tað er týðiligt at hesi bæði málsøki eru komin aftrat, fyri at fáa partarnar at góðtaka samgonguskjalið. Tað kunnu teir ikki loyva sær [...] tí at vit fyrst fáa sjálvstýri um tvey ár. Ivasamt er eisini, um fólk tá fara at taka undir við sjálvstýrisuppskotinum til ta tíð, sigur Jenis av Rana. Hann skilir ikki at tað skal vera neyðugt at skipa
standa hálvtóm í juli og tað tykist vera ein afturvendandi trupulleiki. Trupulleikin stavar partvís frá, at fløgfør og skip eru fullsett á hásumri og lutvíst frá, at tað ikki er samsvar millum bókingar og [...] eyga. Tá tað so er fult bókað, kunnu gistingarhúsini ikki gera annað enn at seta seg afturá og fegnast um, at alt er fullsett. Men tá ið so ferðafólkatíðin av álvara byrjar koma avlýsingar og tá er ov seint [...] Men í Føroyum er juli mánaðin, sum átti at verið tann mánaðin, har flest fólk ferðast og gista á gistingarhúsi og hotelli, als ikki sum í øðrum londum. Tað kemur meiri enn so fyri, at gistingarhús standa
Edmund Joensen samanumtikið, at tað ongantíð hevur verið so stór framgongd í Føroyum. Hann vil helst taka fleiri dømi fram um tað. Er tað ikki óheppið, at tað ikki eydnaðist at avgreiða bankamálið í tínari [...] tínari løgmanstíð? Tað kom av at bankakanningin varð seinkað, og at danir útskrivaðu val. Tað kundu vit einki gera við, sigur Edmund Joensen. Var tað ikki eisini óheppið at løgmaður útskrivaði val, og [...] samgonguskjalið, at tað hevur skund at fáa avgreitt málið um markið við bretar. Hetta setir bretar í ein nógv betur støðu. Tað ljóðar sum leypir samgongan fram av í hesum máli, og tað er sera óheppið, sigur
stillaði upp á valinum, fyri at fáa síni áhugamál fram í valstríðnum, og so kanska eisini at fáa aftursvar frá politikararunum, men hann væntaði ikki at verða valdur. Tað varð hann heldur ikki í fyrstu [...] Tinganes at umsita Almanna- og heilsumál. Nýggi tingmaðurin skuldi eftir ætlanini fara undir at lesa løgfrøði eftir summarfrítíðina, men nú umhugsar hann støðuna. Hetta er ótrúliga spennandi og eg fari at [...] at leggja alla mína orku í tingarbeiðið. Hvussu verður við lestrinum, veit eg ikki, men nú fari eg at tosa við universitetið í Keypmannahavn, sigur Jákup Sverri Kass.
fyltir út. Tað sum eg fýlist at er, at pengarnir fylgja ikki við til at fylgja øllum upp í nýggju fólkaskúlalógini. Tí fari eg at kanna alla fólkaskúlalógina sum hon er. ? Sum lærari veit eg, hvat eg tosi um [...] skal eg tosa fyri meg sjálvan, havi eg ikki verið nóg búgvin at taka ímóti øllum tí nýggja í lógini, til dømis drama, fjølmiðlar og annað. Spurningurin er, hvørjir lærarar kunnu tað. Tað ræðist eg, at man [...] eiga vit eisini at taka upp til viðgerðar. Men skalt tú fremja broytingar, skortar tað altíð uppá pengar. Og tað er har trupulleikin liggur. Viljin er har, men tá ið tað kemur til at játta pengar, eru
upp tvær listaframsýningar, sum fara at sýna fram norðurlendska list. Tað er í sambandi við, at Huset Sct. Jørgensgaard í Ålborg hevur 20 ár á baki. Framsýningarnar vera á Galleri Inuit í Ladegårdsgade og [...] framsýningunum. Á Galleri Inuit fara Amariel Norðoy og Eyðun av Reyni at sýna fram málningar og á Husets Galleri fer Øssur Mohr at sýna fram. Á framsýningunum eru verk eftir listafólk úr øllum Norðurlondum [...] í Husets gård undir leiðslu av Hans Oliver. Hóskvøldið verður høvi at hoyra Mariu Guttesen við svingandi rocki og bleytum balladum. At hjálpa sær hevur Maria Thomas Riel á keyboard, Sune Thorbjørnson á
lovar, at føra ein varnan fíggjarpolitikk. Tað hevur verið sagt, at samgonguskjalið er so borgarligt, hvat sigur nýggi fíggjamálaráðharrin til tað? ? Nei, tað haldi eg ikki er nakað at tosa um. Tað er væl [...] við fólk, og at hann eisini er vanur at taka avgerðir. Hann er greiður yvir, at har er nógv sum hann skal setast, men sigur at hann heldur ikki at har er nakað, sum hann ikki kann seta seg inn í. Nógv stórmál [...] so stóra uppgávu? ? Eg meti meg at verða væl fyri. Nú er tað so, at í Fíggjarmálastýrinum er ein rúgva av góðum og arbeiðssomun fólki, sum skulu veita góða ráðgeving og tað gleði eg meg til . ? Mínar l
kanningar og boðini haðani eru, at teir hava tað gott. Tann fyrsti varð útskrivaður í gjár. Fabrikatiónsfeilur John Eli Olsen sigur, at hetta tíbetur er fyrstu ferð, at teir hava verið úti fyri einum slíkum [...] eisini, at niðurstøðan teir eru komnir til er, at tað var ein fabrikatiónsfeilur. ? Nú hava vit sent boð eftir eykalutum úr Danmark, sigur hann. Hvønn heldur tú so tú fært inn at kanna næstu ferð? ? Tað verður [...] av trýstinum í andlitið. Av tí at sjúkrabilur stendur í bíðistøðu í Skálabotni, gekk sera stutt tíð til hann var á staðnum. ? Teir gjørdu ótrúliga skjótt av. Eg haldi tað gingu ikki meir enn tveir minuttir
av, at verða føddur í Føroyum. Unga fólkið hevur annað og fyri okkum eina nýggj ahugmynd um framtíðina. At arbeiða á Snarfrost, Bacalao, Nykur v.m. er ikki »in«. Tað er kalt og vátt. Lagaligari er at seta [...] urin tevjaði upp í sjálvstýrislotið og broytti kós. Sjálvur havi eg tikið støðu. Og erliga tosað, so haldi eg at hetta er spennandi at vit fáa eina frælsari Føroyar. Vinarliga Jørmund Vágadal [...] 60-70unum og eg skal verða seinastur at fokusera hesi ár. Hesi ár vórðu eitt serligt tíðarskeið í sjálvstýris strembanini at gerast meira frælsur. Føddur og uppvaksin í Sandavági - kend fyri at verða sjá
siga, at tað var gott, at ongin sosialistur var endaður úti í landsstýrinum. Eg hopi bara, at systkinabarnið hevur ein klausul í samgonguskjalinum, sum vit ikki hava sæð enn, sum lovar okkum tað fasta [...] sambandið alt fyri eitt, tí tað lovaði hann á valfundunum har vesturi, annars sleit hann samgonguna. Tað atkvøða sosialistarnir í øllum førum fyri, um tað ikki bara er ein »grunnur« fyri at bjarga eini samgongu [...] Nú royni eg meg aftur, og sjálvt um eg ikki mærvitandi eri í slekt við sjálvan Nostradamus, hevði eg rætt. Tað hevði ein og hvørt havt, ið ikki var bæði deyvur og blindur, bara hann vildi. Ein av »De Hellige