Jákup Sverri Kass stillaði upp á valinum, fyri at fáa síni áhugamál fram í valstríðnum, og so kanska eisini at fáa aftursvar frá politikararunum, men hann væntaði ikki at verða valdur.
Tað varð hann heldur ikki í fyrstu atløgu, men við sínum 66 atkvøðum var hann næsti maður á listanum hjá Sjálvstýrisflokkinum, og fekk tí sæti á tingið, fyri Helenu Dam á Neystabø, sum fer í Tinganes at umsita Almanna- og heilsumál.
Nýggi tingmaðurin skuldi eftir ætlanini fara undir at lesa løgfrøði eftir summarfrítíðina, men nú umhugsar hann støðuna.
Hetta er ótrúliga spennandi og eg fari at leggja alla mína orku í tingarbeiðið. Hvussu verður við lestrinum, veit eg ikki, men nú fari eg at tosa við universitetið í Keypmannahavn, sigur Jákup Sverri Kass.