Tað fór ein hvøllur brestur um Skála bygd tíðliga seinnapartin hósdagin.
Tríggir mans frá El-Service vóru í holt við at kanna eldsløkkiskipanina umborð á Enniberg tá ein ventilur brádliga fór og skipanin fýsti av inni í rúminum.
John Eli Olsen, stjóri á El-Service greiðir frá, at teir tríggir menninir vórðu slongdir burtur av brestinum.
Ein av monnunum var á veg inn í rúmi, har eldsløkkiskipanin er, og hann varð slongdur út á dekki, har hann rendi høvdið í dekki.
Nakað uttanfyri trygdarrúmið stóð næsti maðurin og hann varð sendur út á trolbanan har hann á síðuni lendi á einum røri.
Triði maðurin varð standandi, men var raktur av trýstinum í andlitið.
Av tí at sjúkrabilur stendur í bíðistøðu í Skálabotni, gekk sera stutt tíð til hann var á staðnum.
? Teir gjørdu ótrúliga skjótt av. Eg haldi tað gingu ikki meir enn tveir minuttir, sigur John Eli Olsen, sum tá vit tosaður við hann fríggjadagin var komin eitt sindur fyri seg eftir sjokki.
Menninir vóru allir koyrdir á Landssjúkrahúsið til kanningar og boðini haðani eru, at teir hava tað gott. Tann fyrsti varð útskrivaður í gjár.
Fabrikatiónsfeilur
John Eli Olsen sigur, at hetta tíbetur er fyrstu ferð, at teir hava verið úti fyri einum slíkum óhappi.
Hann sigur eisini, at niðurstøðan teir eru komnir til er, at tað var ein fabrikatiónsfeilur.
? Nú hava vit sent boð eftir eykalutum úr Danmark, sigur hann.
Hvønn heldur tú so tú fært inn at kanna næstu ferð?
? Tað verður ongin trupulleiki, tí eg fari sjálvur inn at kanna næstu ferð, sigur John Eli Olsen, stjóri at enda.