seg, tá hon í næstum fer til Noregs saman við øðrum føroyingum at vera við til stóra festivaltilaki í sambandi við altjóða oljumessuna ONS. Eivør hevur fingið tvífaldan heiður oljudagarnar í Stavanger [...] Eftir tað verður so skipað fyri móttøku og undirhaldi fyri kongi í Stavanger, og har hava stigtakararnir og borgarstjórin í Stavanger ynskt at fáa Eivør Pálsdóttir at syngja fyri kongi. Tað verður týskvøldið [...] Stavanger. Hon skal syngja á stóra pallinum á bryggjuni fyri túsundtals fólkum, tá oljudagarnir enda. Men hon skal so eisini syngja fyri sjálvum kongi. Í sambandi við at ONS verður sett týsdagin 24. august fer
kennist tað so at fáa tann ótrúliga heiður at vera fyrsti bólkur, ið spælir í Miðlahúsinum í Vágsbotni? ? Tað er stórt. Og eitt alvorligt herðaklapp. Vit eru ræðuliga glaðir fyri tann heiðurin. Og eisini tí vit [...] kanning hevur nevniliga víst, at um tað eru for nógv fólk til konsertir, so tekur tað spæligleðina frá tónleikarunum, so vit eru faktist glaðir fyri, at tað ikki eru so nógv fólk altíð. [...] nógv. Vit syngja á føroyskum og enskum. Viðhvørt mest á føroyskum og viðhvørt mest á enskum. Tað er fyri tað mesta Karl Anton Klein sum skrivar tekstirnar. Hvussu ofta venja tit? ? Av tí, at vit eru so nógvir
ongin ið hevur virðing fyri hvat Føroya Løgting, nevndirnar undir Løgting-inum - og Føroya Landstýri - nýta sína tíð til. Uttan mun til hvønn politiskan lit vit hava, og uttan mun til, hvørt vit í longdini [...] tíðina eru løgd fyri nevndina at taka støðu til. Tað ljóðaði av sonnum áhugavert, men tá eg skilti hvørji mál talan var um, gjørdist eg bæði vreiður og harmur. Av teim klagum, ið eru framløgd fyri Landstýri [...] eftirlit við, at landsstýrið heldur seg innan fyri teir karmar, lóggávan setir - er, eftir míni bestu sannføring, eittans mál ið er heimiðla at leggja fyri nevndina, og er tað málið um hendingina viðvíkjandi
skapt fyri at liva eitt lív í tómleika. Vit eru ikki skapt fyri at keða okkum. Vit verða ikki skapt fyri at skula rista av bangilsi. Frykt okkara og øll stúran okkara strekkir seg uppeftir fyri at finna [...] øllum svikum órættvísinnar fyri tey, sum fortapast…« (2. Tess. 2.9-10) Filmir, sjónvarp, radio, erotiskar romanir og bílig magasin samvirka til, at tað er nærum ómøguligt fyri fjøldina at hugsa sjálvstøðugt [...] West sigur: »Vit venda okkum til Gud og biðja um hjálp, tá grundvøllur okkara skelvir, bert fyri at uppdaga, at tað er Gud, sum fær hann at skelva«. Kanska Gud talar til tjóðina sum eitt heila og tann
hjálpa til við arbeiðinum, og tað vóru tey sera glað fyri. Tá alt er komið uppá pláss, skal eg geva fleiri informatiónir. Eg havi so bert til endan heilsanir frá Sri Lanka til tykkum og takka fyri hjálp [...] har uml. 50 familjur búgva, fyri at geva teimum nakað av tí, sum tey høvdu brúk fyri og okkurt sum tey høvdu brúk fyri seinni eisini. Vit byrjaðu at seta nøkur ting niður á listan og vit høvdu so fund við [...] flóðalduni. Vit tosaðu saman næstan hvønn dag fyri at koma til eina góða niðurstøðu. Vit gjørdu nú av at fara mánadagin tann 14. út at keypa tað, sum vit høvdu brúk fyri at geva hesum familjunum, men leygardagin
ikki kann sigast annað, enn at hann kom til at seta síni týðiligu fingramerki á heimssøguna. Fyri nøkrum árum síðani kom Óli Jacobsen fram á navnið og setti sær fyri at kann eftir, hvør hesin maðurin var [...] Fyri nøkrum árum síðani mundu tað vera tey fægstu sum kendust við navnið, Dánjal J. Danielsen. Men hann var havnarmaður, vanliga nevndur Dollin. Hann fór út í stóru verð fyri góðum hundrað árum síðani [...] so stóra ávirkan á heimssøguna Eftir at vera komin til trúgv á einum kristiligum fundi í Glasgow, fór Dollin at lesa gudfrøði, og í 1901 fór hann til Kongo í Afrika at virka millum aðrar trúboðarar. Har
nýttur til at menna oynna á ymsan hátt, at menna ferðavinnuna á staðnum ella til at gera heildarætlanir fyri vernd av djóra- og náttúrulívinum í Mykinesi. Hetta er sjálvsagt ikki bert galdandi fyri Mykines [...] gjalda fyri vitjanina. Eitt dømi er Galapagos. Galapagos er í dag ein tjóðgarður. Fyri at avmarka ferðafólk, er tað kostnaðarmikið at sleppa í land á Galapagos. Nógvar ymsar reglur eru settar fyri, hvat [...] Gardasjógvin ella liggja á griksku strendrunum. Áhugin fyri tí óspilta, tí ókenda og upprunakenda vindur uppá seg. Tað vísir seg í hesum sambandi, at áhugin fyri tí norðurlendska er ovurstórur. Føroyar vórðu í
Jacobsens fyri yrkisbókmentir fyri bøkurnar Eivindaródn (2012), Hentzesavn – kvæðasavnið hjá Jóannesi í Króki (2011) og Í miðjum grasgarði (2003). Grundgevingin fyri at lata Eivindi henda heiður var, at [...] gavst fyri aldur fyri nøkrum árum síðani. Hansara granskingarøki vóru fleiri. Hann hevði serligan áhuga fyri staðarnøvnum og øðrum nøvnum. Hann granskaði eisini í kvæðum og táttum. Høvuðsritgerð hansara á [...] hann fór til Keypmannahavnar at lesa norrøna málfrøði. Í 1979 kom Eivind í starv á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya og starvaðist har fyrst sum adjunktur og síðan sum lektari, til hann gavst
heimaftur til Føroya, og eg havi ikki síðani kent til pínu. - Vanligt er, at sjúklingar sum taka so nógv morfin, sum eg gjørdi, mugu til avvenjingar. Men eg kendi meg púra fríska og var væl til passar. - [...] vit av sjúkrahúsinum. Fáar dagar eftir fóru vit heim til Føroyar. Eri ikki bangin fyri ævinleikanum Thomina sigur víðari: - Eg var ikki bangin fyri ævinleikanum, tí eg eri frelst og eigi Jesus í mínum [...] fara frá. - Eg byrjaði at gera alt til reiðar at fara og syrgdi fyri, at alt tað húsliga var uppá pláss. Eg las í Bíbliuni og bað nógv. - So frætti eg frá svigarinnu míni, at ein kendur prædikumaður, Charles
eg ikki skilji, men eg veit at tað er ikki gott fyri undirvísingina, tí eg spyrji alla tíðina, og eg vil ikki føla at eg eri til ampa. Eg komi í skúla fyri at læra og ikki bara órógva, sigur Ornella. Ornellu [...] Tað hevur verið ein tørvur á hesum tilboðnum fyri fólk í míni støðu, sum hava eitt ynski um at læra og at fáa eina útbúgving, sigur Ornella Henriquez til endans. [...] hon millum føroyskt og enskt. Hon sigur at hon skilur væl føroyskt, men til tíðir er trupult at orða seg. Áðrenn hon flutti til Føroyar tosaði hon aloftast móðurmálið spanskt, men var eisini stinn í enskum