Tá Ornella Ferrari Henriquez var 14 ára gomul flutti hon við mammu síni úr Peru til Runavíkar at búgva, og byrjaði tá í 8. flokki í Runavíkar Skúla.
- Tað var sera torført í byrjanini, tí alt var so merkiligt og nýtt, og eg skilti onki. Tá ein tíð var fráliðin byrjaði eg at skilja meir. Eg læs nógv og fekk eyka tímar í føroyskum, so nú er ikki so strævið, sigur Ornella, á føroyskum.
Tá hon tosar skiftir hon millum føroyskt og enskt. Hon sigur at hon skilur væl føroyskt, men til tíðir er trupult at orða seg. Áðrenn hon flutti til Føroyar tosaði hon aloftast móðurmálið spanskt, men var eisini stinn í enskum. Hon sigur at tað hevur verið trupult at skula læra, ikki bert føroyskt, men fleiri onnur mál við, hóast henni dámar at læra.
Tá hon byrjaði á Handilsskúlanum í august mánaði í fjør, rendi hon seg tó í ein nýggjan trupulleika; danskt. Hóast Danskt er vallærugrein á miðnámi, so er sera nógv av undirvísingar tilfarinum, sum brúkt verður í ymsku lærugreinunum, á donskum
-Tá eg byrjaði í Handilsskúlanum gjørdi eg mær ómak at fylgja væl við í tímunum, men tað er ordiliga strævið, tí bøkurnar eru á donskum. Eg havi onki danskt havt í fólkaskúlanum fyrr, tí eg hevði samlað meg um at læra føroyst. Til tíðir verði eg frustrerað, hóast eg royni mítt besta at verða jalig. Mær dámar væl at fylgja við í tímunum, og geva mítt íkast til orðaskifti, men tað er ikki altíð gjørligt. Onkuntið vil eg spyrja um okkurt sum eg ikki skilji, men eg veit at tað er ikki gott fyri undirvísingina, tí eg spyrji alla tíðina, og eg vil ikki føla at eg eri til ampa. Eg komi í skúla fyri at læra og ikki bara órógva, sigur Ornella.
Ornellu dámar væl at búgva í føroyum, og hon ynskir at vera har familja og vinir hennara eru. Tó hevur hon hugsað um at flyta til danmarkar ella arðastaðirs at nema sær útbúgving á enskum. Hon ynskir at lesa løgfrøði ella samfelagsvísund í Onglandi ella Kanada tá hon er liðug við miðnám. Ornella heldur tó ikki at skoðsmálini hjá henni fara at verða nóg góð til at sleppa inn til ta útbúgvingina, hon ynskir, tí hon ikki skilur alt í tímunum.
Hans Jacob Kollslíð, lestrarvegleiðari á Handilsskúlanum, sigur at tað føroyska og danska hjá Ornellu ikki er nóg gott til at kann lesa víðari á høgum støði. Tí passar International Business Studies, sum er nýggja miðnámsútbúgvingin, sum bjóðað verður á Hansilsskúlanum, væl til Ornellu.
-Eg ætli mær heilt víst at søkja á IBS, og eg eri so spent. Eg havi altíð havt eitt ynski um at lesa á enskum, og hetta fer at hjálpa mær á leiðini, soleiðis at eg kann útinna teir dreymarnir, sum eg havi. Tað hevur verið ein tørvur á hesum tilboðnum fyri fólk í míni støðu, sum hava eitt ynski um at læra og at fáa eina útbúgving, sigur Ornella Henriquez til endans.