Bjarki Mohr
?????
Í Sjónvarp Føroya 18. mars 2005, var kunngjørt, at Landstýrismálanevndin hevði úr at gerða, av øllum teim málum, ið seinastu tíðina eru løgd fyri nevndina at taka støðu til. Tað ljóðaði av sonnum áhugavert, men tá eg skilti hvørji mál talan var um, gjørdist eg bæði vreiður og harmur.
Av teim klagum, ið eru framløgd fyri Landstýrismálanevndina - hvørs endamál er, sambært stýrisskipanarlógini § 38 at hava eftirlit við, at landsstýrið heldur seg innan fyri teir karmar, lóggávan setir - er, eftir míni bestu sannføring, eittans mál ið er heimiðla at leggja fyri nevndina, og er tað málið um hendingina viðvíkjandi tilbúgvingarætlanina tá Jøkulefelli sakk í føroyskum sjóøki, og mannalív gingu burtur.
Orsøkin til, at eg haldi at júst hetta mál skal leggjast fyri Landstýrismálanevndina er, at talan er um eina grundreglu, ið kann raka alt føroyska fólkið, og at ongin yvi skal valda, hvørs talan er um sjómenn úr øðrum londum, ella føroyingar. Bjargingarskipanin á føroyskum sjóøki, skal virka til fulnar. Ger hon ikki tað, eru mannalív í váða.
Lat meg her skoyta uppí, at landstýrismaðurin ið varðar av økinum, Bjørn Kalsø, hevur tikið - einastu røttu - avgerð, at seta eina óhefta nevnd at kanna málið til fulnar. Tí kunnu vit bert bíða eftir úrskurðinum.
Av øðrum málum, ið eru løgd fyri nevndina er talan um, Millumbylgisendarin hjá ÚF, Miðnámsskúlan í Suðuroy, og eitt Byggimál í Klaksvík. Álvaratos, er tað ongin ið hevur virðing fyri hvat Føroya Løgting, nevndirnar undir Løgting-inum - og Føroya Landstýri - nýta sína tíð til.
Uttan mun til hvønn politiskan lit vit hava, og uttan mun til, hvørt vit í longdini eru samd við avvarandi Landstýrismenn í teirra politisku embætisførslu, so eiga vit - sum fólk - at seta okkum uppum hesi smámál.
Sum tjóð vilja vit røkka størri málum, um vit megna at skina millum gerandistrupulleikar - ið skulu avgreiðast umsitingarliga - og stórpolitisk mál, ið krevja orku av okkara kosna fólkið.
Skulu vit lata okkum lynda, at einhvør møguleiki verður nýttur til at leggja fótonglar, soleiðis at valdu menn og kvinnur á Føroya Løgtingi, ikki kunnu arbeiða miðvíst við teim stórmálum, ið gagna føroysku tjóðini ?
Tað má - alt annað líka - verða eyðsæð fyri flestu føroyingar, at landstýrismaðurin í Vinnumálum ikki hevur hóming av, um eykalutir til ein millumbylgjusendara liggur á goymslu, samstundis sum vit ikki kunnu krevja av Føroya Landstýri, tað veri seg Føroya Løgmanni, at hesin veit um eitt einstakt byggimál í Klaksvík.
Síðst - men ikki minst - kunnu vit ikki av røttum, lasta Føroya Landstýri fyri, at teir gerða eitt skitsuprojekt fyri eina møguliga nýggja ætlan í Suðuroy, hvørs endamál er at skapa eitt størri virksemið í økinum, og sum tískil vil tæna allari føroysku tjóðini at frama.
Er talan í veruleikanum ikki um, ein framfarðarhátt, ið eitthvørt smápartafelag í Føroyðum vildi nýtt, um tey hava eitt vet av sjálvsvirðing ?
Tað er framvegis - háttvirda - Føroya Løgting, ið situr við avgerðarrættinum.
Vit hava politiskt, onnur og týdningarmiklari mál at arbeiða við, herundir Framtíð Føroya, teim sosialu- og vinnuligu karmunum. Gerist uppgávuna vaksnir, soleiðis at tit tæna tjóðini til sóma.
Skulu vit ikki seta okkum fyri, at fáa viðgerðina á eitt hægri støðið?