Eivør syngja fyri kongi

Eivør Pálsdóttir skal syngja fyri Haraldi kongi av Noregi. Hetta hendir um somu tíð, sum hon skal luttaka á stóra oljufestivalinum á bryggjuni í Stavanger, nú aljtóða oljumessa verður hildin har í aðru viku. Eivør skal eisini syngja á sjálvum høvuðspallinum í Stavanger, tá stóra oljuframsýningin endar. Tá plaga at vera meira enn 30.000 fólk samankomin.

Olja og mentan


Okkara songkvinna Eivør Pálsdóttir sleppur enn einaferð at royna seg, tá hon í næstum fer til Noregs saman við øðrum føroyingum at vera við til stóra festivaltilaki í sambandi við altjóða oljumessuna ONS. Eivør hevur fingið tvífaldan heiður oljudagarnar í Stavanger. Hon skal syngja á stóra pallinum á bryggjuni fyri túsundtals fólkum, tá oljudagarnir enda. Men hon skal so eisini syngja fyri sjálvum kongi. Í sambandi við at ONS verður sett týsdagin 24. august fer Haraldur kongur at vitja oljumessuna. Eftir tað verður so skipað fyri móttøku og undirhaldi fyri kongi í Stavanger, og har hava stigtakararnir og borgarstjórin í Stavanger ynskt at fáa Eivør Pálsdóttir at syngja fyri kongi. Tað verður týskvøldið klokkan 19.

Oljumessan og framsýningin ONS verður annars í Stavanger í døgunum frá 24. til 27. august. Hetta tiltakið er annaðhvørt ár í Aberdeen og í Stavanger. Her hittast oljufeløg og oljuídnaðurin úr øllum heimsins londum. Eisini føroyingar hava havt ein bás og verða vit við aftur hesaferð, har tað m.a. verður varpað ljós á komandi útbjóðingarrundina við Føroyar. Tað er Oljuvinnufelagið undir Vinnuhúsinum, sum skipar fyri føroysku luttøkuni, har fleiri virki verða við. Tað er so eisini ætlanin, at Oljufyrisitingin skal skipa fyri tíðindafundi um 2. útbjóðing. Tá verða bæði Sigurð í Jákupsstovu, stjóri og Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við.

Men við síðuna av sjálvari framsýningini verður eisini skipað fyri einum mentanarligum oljufestivali á bryggjuni Vaagen í hjartanum í Stavanger býi. Føroyar verða eisini umboðaðar í hesum tiltakinum, fyri triðju ferð. Tað eru Tórshavnar kommuna og Runavíkar Kommuna, sum í felag skipa fyri eini sera spennandi og fjølbroyttari skrá. Har verður sett upp eitt stórt tjald undir heitinum "Føroyar ? Tórshavn ? Runavík".

Jens Marius Poulsen, býráðsskrivari sigur, at tiltakið hevur verið so mikið væleydnað undanfarnu ferðirnar, at farið verður til Stavanger við fullum seglum. M.a. fer sluppin Johanna at liggja við bryggjuna, har tjaldið stendur. Í tjaldinum verða nógv ymisk tiltøk. Har fara so Ferðaráðið, Atlantic Airwas og Smyril Line at selja Føroyar sum ferðamannaland. Har verður okkara alra Birgir Enni við sínum føroysku øðum, øli og sodavatni. Eisini fáa nakrar føroyskar fyritøkur møguleika at vísa fram vørur sínar. Eitt nú Snældan. Har verður eisini glaslist av Eiði og steinlist av Strondum. Eisini fer føroyingurin Helgi Joensen at vísa tinlist. Á festivalinum seinast luttók m.a. Sirri við sínum vøkru pløggum, og tá var stórur gravgangur eftir vørunum. Nú sleppa so aðrar fyritøkur at royna seg.

Har verður so eisini tónleikur, sum Krisjan Black fer at standa fyri.

Fleiri tiltøk og móttøkur verða eisini í sambandi við festivalin á bryggjuni. Eitt nú fer Vinnuhúsið at skipa fyri móttøku umborð á Johonnu týsdagin 24. august, og mikudagin 25. august skipa borgarstjórarnir í Havn og Runavík fyri móttøku. Tá er eisini ætlanin at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður verður við. Jens Marius Poulsen sigur, at hetta er sjálvandi alt liður í at skapa ans og áhuga fyri Føroyum, og heldur hann sjálvur, at júst ONS-festivalurin er eitt frálíkt høvi til tess. Bæði tá tað snýr seg um oljuleiting, føroyska mentan og Føroyar sum heild, eitt nú sum ferðamannaland. ?Eg haldi vit eiga at gera alt vit megna at vera meira sjónlig, og tað er at fegnast um, at tvær stórar føroyskar kommunur í felag kunnu skipa fyri slikum tiltaki saman við nógvum góðum fólkum sigur ein bjartskygdur býráðsskrivari.