Fyri nøkrum árum síðani mundu tað vera tey fægstu sum kendust við navnið, Dánjal J. Danielsen.
Men hann var havnarmaður, vanliga nevndur Dollin. Hann fór út í stóru verð fyri góðum hundrað árum síðani.
Og ikki kann sigast annað, enn at hann kom til at seta síni týðiligu fingramerki á heimssøguna.
Fyri nøkrum árum síðani kom Óli Jacobsen fram á navnið og setti sær fyri at kann eftir, hvør hesin maðurin var og síðani hevur hann skrivað bók um Dollan, har hann greiðir frá, hvussu hann í roynd og veru kollvelti heimssøguna.
Í beinleiðis kjaksending á Rás2, klokkan 16 í dag, fara Óli Jacobsen og Súsanna Eikholm, søgufrøðingur, at greiða frá um avrikini hjá Dollanum, sum fingu so stóra ávirkan á heimssøguna
Eftir at vera komin til trúgv á einum kristiligum fundi í Glasgow, fór Dollin at lesa gudfrøði, og í 1901 fór hann til Kongo í Afrika at virka millum aðrar trúboðarar. Har vann hann sær stóra virðing sum maskinmaður, og álitismaður, við nøkrum av teimum bátum, sum sigldu oman og niðan eftir áunum í hesum størsta landi í Afrika.
- Skjótt fall tað Dollanum fyri bróstið, at regnskógurin í Kongo fjaldi út yvir eitt ræðslustýri, har sum belgiarar róku skógarvinnu, serliga eftir gummi. Nógv innfødd arbeiddu sum trælir hjá belgiskum fyritøkum, og tey, sum mutaðu ímóti, vórðu revsað eirindaleyst við í ringasta føri at fáa hendur og føtur høgd av.
- Dollin, og aðrir trúboðarar, serliga bretskir, fóru í hernað ímóti hesum belgiska harðskapi til tess at avdúka hann fyri evropearum og á tann hátt at steðga honum við altjóða átøkum.
- Heimafturkomnir í 1903 ferðaðust Dollin og teir í Bretlandi, hildu fyrilestarar og vístu myndir av ræðuleikunum, teir høvdu sæð.
- Hetta bleiv ein altjóða gøla og stór vanæra fyri serliga belgiska kongin, Leopold II, sum stóð á odda fyri felagnum, sum skuldi eitast at reka hetta veldiga afrikanska hjálandið.
Í roynd og veru var tað Leopold II, sum átti Kongo og vann sær stórt ríkidømi har. Hann royndi at minka gøluna við at seta eina kanningarnevnd, mannað av trúboðarum úr ymsum kristnum samkomum, til at bøta umstøðurnar.
Endin av hesi avdúking, sum Dollin o.a. kyndu uppundir, eitt nú við at stovna The Congo Reform Campain, varð, at í 1908 misti belgiski kongurin ræðið á landinum, sum helt fram sum ogn og ábyrgd hjá belgisku stjórnini.
Í 1904 kom Dollin aftur til Føroya og virkaði her sum trúboðari hjá Brøðrasamkomuni saman við monnum sum gamla Sloan og systkinabarni sínum, Victori Danielsen.
Dollin andaðist í 1916, bara 45 ára gamal.
- Dollin var ein av hesum lítillætnu slóðbrótarunum, sum ikki fekk tann heiður frá síni samtíð ella eftirtíð, hansara stóru avrik høvdu uppiborið, sigur Óli Breckmann, sum skipar fyri sendingini.
Ein tann mest áhugaverda avdúkingin hjá Óla Jacobsen er, at Dollin tók sjálvur fleiri av myndunum, sum fekk fólk at vamlast og gjørdust heimsgitnar í samtíðini. Tær hava eisini verið prentaðar í ótaldum søgubókum um hjálandatíðina hjá Kongo og stórmenni sum rithøvundurin, Mark Twain, brúktu eisini myndirnar.
- Altjóða virðurkendir søgumenn hava róst Óla Jacobsen almikið fyri tað slóðbrótandi rannsóknararbeiði, hann hevur gjørt til at avdúka tann stóra týdning, sum Danjal J. Danielsen, hevur sett úti í heimi við at ganga undan í altjóða royndunum at steðga ræðuleikunum í Kongo, sigur Óli Breckmann.