vanligum lønmóttakaranum. Tá eru ikki so nógv fyrilit at taka, tí tey fáa ikki mótmælt so hart, sum politikararnir sjálvir. Tað kemur ikki nøkrum løgtingsmeiriluta til hugs at taka tær 13 [...] skuldi lønin verið um 100.000 krónur hægri um mánaðin!!! Kanska er lønin lág – men pensjónin man vera millum heimsins bestu.
og ikki krónum, og hesaferð verður eisini lagt upp til, at tað skulu hækka í prsoentum, segði Annika Olsen í Sosialinum fríggjadagin. Landsstýriskvinnan heldur sum vera man, at tað er ómetaliga [...] Fíggjarmálaráðnum, at í miðal eru lønirnar hækkaðar 0,85 prosent, og at tað verður tað, sum pensjónirnar hækka. Hetta er tað, sum samongan hevur lagt fyri við í fíggjarkarmunum [...] prosent. Eingin hevur lovað nakað annað – og eingin hevur logið, hóast pensjónistar kenna seg lumpaðar...
?Svarið frá landsstýrismanninum er orðasvaldur, sum lítið hevur við veruleikan at gera, segði Jenis av Rana. Og júst Jenis av Rana helst tann tingmaðurin, sum hevur best innlit í hesi [...] lækni í sjúkrahúsverkinum. Men tað sum hevur fingið sinnið í kók hjá tingmanninum, eru egnu royndir hansara av sjúkrahúsverkinum seinastu mánaðirnar sum nærmasti avvarðandi hjá álvarsliga [...] nýskipan í heilsuverkinum« og um at »tænastan til borgaran verður betur og nærri borgaranum fyri minni kostnað« og um »at fáa meira fyri minni«. Alt slitnar frasur, sum vit hava hoyrt so
atgongd til allar tær føroysku netorðabøkurnar – ókeypis. Hetta er eitt sera gott úrslit av samstarvi millum Orðabókagrunnin, Nám, Sprotan og Mentamálaráðið. Hetta mentanarpolitiska [...] er tikið á hesi leið: At fáa orðabøkur til fólkið. Í fyrstu syftu er stigið at lata allar skúlanæmingar í fólkaskúlum og miðnámsskúla atgongd til netorðabøkurnar. Hetta verður bæði galdandi [...] seinni eisini við fronskum og russiskum orðabókum á telduni – ein fantastisk kollvelting. Ikki minst tá hugsað verður um, hvussu nýggjar orðabøkur á føroyskum eru. Nógv okkara høvdu
hvør sítt húsameklarafelag. Meðan annar bankin eigur eitt tryggingarfelag, so er tað eitt tryggingarfelag, sum eigur hin bankan. Tí eru samanfallandi áhugamál hjá meklarafelag, fíggingarstovnum [...] samtykti 6. oktober í 2011, men sum ikki kann brúkast, tí eingin kunngerð er komin frá landsstýrismanninum um, hvussu lógin skal umsitast. Dømið, sum útvarpið vísti, vóru eini hjún, sum hava keypt [...] løgtingið samtykti lógina um ognarskiftistrygging og støðufrágreiðing, sum snýr seg um brúkaravernd í sambandi við keyp og sølu av fastogn. Frammanundan vóru serliga keyparar »på herrens mark«
er ikki so løgið, at óstortliga framferðin hjá formanninum í Finansiel Stabilitet hósdagin fær fólk at hugsa um seinastu bankabjarging, sum skapti so ring viðurskifti millum Føroyar [...] givin á annan og fólkaligari hátt. Men tað skert ikki burt, at tann støðan, sum hann greiddi frá verður, um eingin keypari finst, hana mugu vit ikki koma í. Hugsið bara um sethúsamarknaðin, um tú [...] ls sethúsaeigarar koma í ta støðu, at lán mugu sigast upp og fígging søkjast í øðrum peningastovni. Tá fer allur sethúsamarknaðurin í knús. Og tann, sum í hesum døgum rekur vinnu, veit og
P. Højgaard frá sum landsstýrismann, so kann hann klára skerini. Tí standa øll hini samgongufólkini saman um løgmann, so verður eitt møguligt misálit á løgmann ikki samtykt. Samgongan klárar seg [...] sflokkin og Fólkaflokkin í 1980, sum var so rúkandi ósamd um keypið av ferju til uttanlandssiglingina, Lasse II, at tað kostaði samgonguna. Staðsetanin av studentaskúlanum á Kambsdali kostaði [...] stríðið um bókina »Skjót journalistin« kostaði eina samgongu í 2003, og stríð um eitt lás í Tinganesi kostaði eina samgongu í 2008. So talan verður als ikki um nakað eindømi, um milliardaíløgan
knúturin loysnar – og kanska er loysnaður, tá tú situr við hesum blað. Men hinvegin er tað sum vera man av alstórum týdningi hjá eitt nú Fólkaflokkinum at fáa tey tungu málsøkini, um flokkurin má [...] okkur at vita, um Sambandsflokkurin fær meira burturúr har – fyri síðani at venda aftur til Fólkaflokkin og Miðflokkin, sum tað nú var frægari. Sjáldan stendur ein politiskur flokkur í so sterkari
hóast onnur mótmæltu. Nú eru Føroya land og fólk vitni til endaliga deyðadómin yvir fullveldisdreymin. Við avgerðini hjá Fólkaflokkinum, Miðflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum at binda [...] floksformonnunum í útvarpshøllini kvøldið fyri valið og segði nei til skattalætta. Vit skulu ikki hava skattalættar komandi valskeiðið, segði hann. Hann hevur eisini hálsað um – kanska [...] bleiv so stór, at hon fevndi um fýra flokkar og meirilutan á tingi: Tjóðveldisflokkin, Fólkaflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Miðflokkin. Undir leiðslu Fólkafloksins varð farið til verka
enn neyðugt er, og at tingfólk leggja seg undir eitt »almannagagnligt« trýst, sum kámar fyri eini skilagóðari viðgerð og einum skilagóðum úrsliti, sum var í tráð við tað, sum uppskotið [...] stórapotti, so gongur tað nokk kortini. Málið um MVG frítøkuna er eitt gott dømi um hetta. Hetta er eitt gott dømi um, hvussu ein stórur partur av løgtinginum vil tekkjast ávísum áhugabólkum [...] tað, at løgtingið velur at taka ein bólk burtur úr mvg-skyldu á henda hátt, tí talan er um »almannagagnligt virksemi«, so mugu vit geva teimum fimm tjóðveldisfólkunum, sum atkvøddu ímóti