ODDAGREIN: Politikarar fáa ov lítla løn

Hetta meinar Kaj Leo Johannesen av heil­um hjarta. Tað segði hann í øll­um før­um av tings­ins røð­ar­a­palli seinn­a­part­in mik­u­dagin. Men hann held­ur eisini – sum rím­u­ligt er, at teir fáa ov nógv í pen­sjón, og at koyr­­­i­peng­­ar­­nir held­ur ikki eru hósk­­andi.

Tað var ein fyrispurningur frá Krist­inu Háfoss, tingkvinnu, sum hesa­ferð festi í kjakið um lønirnar hjá poli­tik­ar­um. Tað vísir seg at vera sera trup­ult hjá poli­tik­ar­um at taka burt­ur sera ó­rímu­lig­­ar ­á­góð­ar, sum teir sjálv­ir fáa. Tá eru und­an­førsl­­ur­­nar nógv­ar. Ólíka lættari er at skerja rættindi hjá til dømis pensjónistum og van­ligum løn­mót­tak­ar­a­num. Tá eru ikki so nógv fyrilit at taka, tí tey fáa ikki mótmælt so hart, sum pol­itikararnir sjálvir. Tað kem­ur ikki nøkrum løg­tings­meir­i­lut­a­ til hugs at taka tær 13.600 krón­ur­nar, sum lands­stýr­is­menn sum Karst­en Han­sen, Bjørn Kalsø, Jacob Vestergaard og Jo­han Dahl fáa skatta­frítt – bara tí teir hava adressu á bygd.

Av tí at eingin hevur rygg til at skera í­gjøgnum, so er Kaj Leo Jo­hann­e­sen sum løg­mað­ur mill­um tey lands­stýr­is­fólk, sum tjena minst. Með­an teir om­an­fyri­nenvdu fáa góð­ar 65.000 krón­ur út­goldn­ar um mán­að­in, har teir bara gjalda skatt av 49.000 krón­um, so fær løg­mað­ur »bara« slak­ar 65.000 krón­ur á sína konto. Men hann skal gjalda skatt av 58.000 krón­um, tí hann hev­ur adressu í Havn. Tað vil siga, at hes­ir fýra lands­stýr­is­menn­in­ir hava einar 5-6.000 krónur meira í nett­o­løn, enn ar­beiðs­gev­ar­in hjá teim­um, sum er løgmaður.

Tað mátti ikki verið neyðugt at sett nevnd­ir í hópatali at finna út av, at hetta er ein sera órímulig skipan. Var skomm skapt í tingmonnum, so var hend­an út av lagi ó­rímu­liga – fyri ikki at siga korr­upta – skip­an tik­in av alt fyri eitt!

– Eg haldi, at tað er neyðugt at gera broyt­ing­ar, men vit eiga at virða okk­ara starv, tí vit gera øll eitt gott ar­beiði, segði løg­mað­ur í ting­i­num mikudagin.

Valla er nakar ímóti, at løgmaður og lands­stýr­isf­ólk skulu verða væl lønt. Men alt við máta. Av tí at poli­tik­arar sjálvir áseta síni egnu løn­­ar­við­ur­skifti, so hevur tað eydn­­ast teim­­um at fáa sær so góð pen­sjóns­við­ur­skifti, at teir fáa fulla pen­sjón eft­ir átta ár­um, með­an onn­ur tæn­astu­fólk skulu arbeiða í 37 ár fyri at fáa rætt til fulla pensjón.

Skuldu landsstýrisfólk sjálvi gold­­ið til sína pen­sjón – so skuldi løn­in ver­ið um 100.000 krónur hægri um mán­að­in!!!
Kanska er lønin lág – men pen­sjónin man vera millum heimsins bestu.