Løgmaður sjálvur hongur eisini í klønum tráð, tí hann er sjálvur nógv krøktur upp í gøluna kring duldu upplýsingarnar og um avtalaðu milliónina, sum landið nú má rinda danska felagnum, eftir at tað miseydnaðist at fáa Løgtingið undir trýsti at góðtaka, at Kári P. Højgaard í seinasta lagi í morgin skuldi skriva undir avtaluna við Copenhagen Infrastructure Partners.
Spurnarumfarið í blaðnum í dag vísir eisini, at uppskotið hjá Kára P. Højgaard hevur sera lítla undirtøku millum tingfólk og fellir við einum braki.
Annar møguleiki er sjálvandi, at øll samgongan rýkur upp á hetta málið, sum hevur fylt so nógv í politisku skipanini. Tað er hent áður, at samferðslumál hava tikið lívið av eini samgongu, eitt nú samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin í 1980, sum var so rúkandi ósamd um keypið av ferju til uttanlandssiglingina, Lasse II, at tað kostaði samgonguna.
Staðsetanin av studentaskúlanum á Kambsdali kostaði eina samgongu í 1989, stríðið um bókina »Skjót journalistin« kostaði eina samgongu í 2003, og stríð um eitt lás í Tinganesi kostaði eina samgongu í 2008. So talan verður als ikki um nakað eindømi, um milliardaíløgan við milliarda vinningi til danskt felag kostar eina samgongu í 2013.
Eydnast tað kortini løgmanni at sleppa við at koyra Kára P. Højgaard frá sum landsstýrismann, so kann hann klára skerini. Tí standa øll hini samgongufólkini saman um løgmann, so verður eitt møguligt misálit á løgmann ikki samtykt. Samgongan klárar seg uttan Sjálvstýrisflokkin – sum allarhelst fer úr landsstýrinum, verður Kári P. Højgaard koyrdur frá. Tingsessurin hjá Kára P. Højgaard hevur nógv at siga fyri Kára P. Højgaard sjálvan. Hann hevur boðað frá, at hann tekur eitt tørn afturat á tingi. Letur hann borgarstjóranum í Klaksvík sessin, ella Kristionnu Winther Poulsen, so skínur sólin ikki á Kára P. Højgaard fram ímóti næsta løgtingsvali, og so verður tað ikki hann, ið mannar tann eina sessin, ið flokkurin kann vænta sær á valinum.
Helst hugsar Kári P. Højgaard um næsta leik: Verður hann einsamallur tingmanning Sjálvstýrisfloksins – og einasta røddin, so verður hann valdur sum martýrur á komandi løgtingsvali.