Hinvegin stóð løgmaður sum tann einasti av teimum sjey floksformonnunum í útvarpshøllini kvøldið fyri valið og segði nei til skattalætta. Vit skulu ikki hava skattalættar komandi valskeiðið, segði hann. Hann hevur eisini hálsað um – kanska tí at hann, sum sítt persónliga »surprise« fekk lokkað teir tríggjar fyrrverandi fullveldisflokkarnar í blokkfelluna.
Eitt annað áhugavert mál er, hvat verður av langtíðarsemjuni millum Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Tjóðveldi. Var tað bara torvmold í eyguni á fólki at fyrigykla, at tríggir flokkar kundu gera semjur tvørtur um valskeið og floksmørk og um andstøðu/samgongumørk? Hesum fer løgmaður helst at boða frá í dag.
Tað var kreppan í nítiárunum, sum gav Tjóðveldisflokkinum vind í seglini. Fullveldisrørslan bleiv so stór, at hon fevndi um fýra flokkar og meirilutan á tingi: Tjóðveldisflokkin, Fólkaflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Miðflokkin. Undir leiðslu Fólkafloksins varð farið til verka, og ætlanirnar vóru ikki lítlar. Føroyar skuldu skipast sum fullveldi næsta ár – tá allur blokkstuðul skuldi vera burtur!
Hetta fullveldisrák førdi Anfinn Kallsberg í løgmanssessin, har hann sat, til samstarvið slitnaði við Tjóðveldi. Rákið varð sterkt og rótfest í nógvum føroyingum, hóast onnur mótmæltu. Nú eru Føroya land og fólk vitni til endaliga deyðadómin yvir fullveldisdreymin. Við avgerðini hjá Fólkaflokkinum, Miðflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum at binda okkum fastari í danska ríkinum er allur fullveldispolitikkur teirra gjørdur til láturs í nógv ár fram í tíðina.
Meðan støðan í 2002 var 18-16 til fullveldisflokkarnar, so er hon nærri 27-6 til sambandsflokkarnar í dag.
Jú, mangt umbroytist á mansins ævi...










