ODDAGREIN: Nú má røkka ella støkka

Í skrivandi stund stendur einki til í sam­ráð­ing­u­num um at skipa eina borgarliga sam­gongu millum Sambandsflokkin, Fólka­flokkin og Miðflokkin.

 

Við FM1 á middegi í gjár segði Bárður Niel­sen, at um tað kann vera neyðugt hjá hon­um at fara at tosa við løg­tings­for­mannin um, hvussu farast skal fram tí tað stóð í botni í stríðnum um máls­økja­býtið millum flokkarnar.

Tað er einki óvanligt, at tað leikar hart á í sam­gongusamráðingum, og tí er væl hugs­andi, at hesin knúturin loysnar – og kanska er loysnaður, tá tú situr við hes­um blað.

Men hinvegin er tað sum vera man av al­stór­um týdningi hjá eitt nú Fólka­flokk­i­num at fáa tey tungu málsøkini, um flokk­ur­in má boyggja seg fyri, at hin­ir flokkarnir ikki góðtaka formann floks­ins, Jørgen Niclasen, sum løgmann.

Tá Fólkaflokkurin vann valið upp á fiski­vinnu­politikkin, so sigur tað seg sjálvt, at flokk­urin tekur fiski­vinnu­mál­ini á seg. Uttan løgmann skal Fólka­flokk­ur­in jú hava í minsta lagi fýra lands­stýr­is­sess­ir – harav fiskivinnumálini eru tey, ið viga mest, harnæst fíggjarmálini, sum flokk­ur­in uttan iva eisini krevur.

Sambandsflokkurin og Fólka­flokk­ur­in eru eftir øllum at døma enn ikki komn­ir ásamt um fiskivinnupolitikkin í sam­gong­u­skjalinum. Og tað smakkar sera illa hjá Sambandsflokkin at lata Fólka­flokk­i­num fiskivinnumálini at um­s­ita – tí øll í flokkinum vita, at trýstið frá Fólka­flokkinum verður so stórt, at flokk­ur­in megnar ikki at standa ímóti

Bárður Nielsen hevur ráð at lata tíð­ina ganga. Hann hevur eisini ráð at fara til løgtingsformannin enn einaferð – fyri at royna eina aðra samgongu. 

Støðan hjá Bárði Nielsen er so góð, at hann hevur ráð at fara undir sam­ráð­ing­ar við sit­andi samgonguflokkur at vita, um Sambandsflokkurin fær meira burt­ur­úr har – fyri síðani at venda aftur til Fólk­a­flokk­in og Miðflokkin, sum tað nú var frægari. 

Sjáldan stendur ein politiskur flokkur í so sterk­ari samráðingarstøðu, sum Sam­­bandsflokkurin ger nú. Sit­andi sam­gonga hevði uttan iva givið Sam­­bands­­flokk­i­num fiski­vinnu­mál.