Undansølan til dansitiltakið í kunningarstovuni í Havn steðgar klokkan 14 leygardagin. Contrazt hevur á tveimum sinnum vunnið heitið sum "ársins dansiorkestur" í Noregi, bæði í 2011 og í 2012. Tey sum manna Contrazt [...] norski dansibólkurin "Contrazt" til landið. Klokkan 22.30 leygarkvøldið skulu tey spæla í høllini á Hálsi í Havn í einum stórum tiltaki, sum róðrarfelagið "Knørrur" skipar fyri. Hans Jacob Hjelm og vinmenn
Nú eru tey fínu vintageklæðini til jóla- og vetrarveitslurnar komin í Reyða Kross handlarnar í Havn og í Suðuroy. Hygg inn og ger kvettið. Vit hava alt møguligt at pynta seg við bæði til vaksin og børn [...] beltir. Upplatingartíðirnar í Reyða Kross handlinum á Bryggjubakka 10 í Havn eru týsdag-fríggjadag kl. 13.30-17.30 og leygardag kl. 11.00-14.00. Reyði Kross handilin á Vágsvegi 74 í Vági er opin mánadag, mikudag [...] 00-14.00. Tey, ið arbeiða í Reyða Kross handlunum, eru øll sjálvboðin. Inntøkurnar frá endurnýtsluhandlunum fara til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi Føroya, sigur felagsskapurin í skrivi.
Arbeiðarafelagið í Havn, Havnar Arbeiðsmannafelag, skipar enn sum áður fyri 1. mai dags haldi í Havn. Hesaferð verða tríggir røðarar, kendir úr politikki og fakfelagsrørsluni. Forkvinnan í Heilsuhjálparafelag [...] Johansen eisini nevndarlimur í Havnar Arbeiðarafelag – og hann er sonur legendariska fakfelagsmannin og formannin í Havnar Arbeiðsmannafelag, Karl Johansen. Havnar Hornorkestur spælir í sambandi við haldið – [...] – og teknmálstulkatænastan verður við. – Aftan á haldið bjoðar felagið til móttøku í hølinum á Tinghúsvegnum í samband við 40 ára starvsdag hjá Ruth Arge og 20 ára starvsdag hjá Joan Kjelnæs. Øll er hjartaliga
uppvaksin í Havn, sonur Borghild, f. Niclasen, ættað úr Sørvági, og Hans M. Hansen úr Havn. Eftir lokna skúlagongd fór hann í læru sum maskinsmiður. Hann lærdi hjá Wenzel Petersen og varð útlærdur í 1962. [...] bilverkstaðnum hjá Wenzel Petersen og koyrdi hýruvogn eina tíð. Síðst í 60-unum byrjaði hann við egnum bilverkstaði í Djóna í Geilsgøtu. Í 1973/74 flutti verkstaðurin niðan á Varðagøtu. Síðan 1986 hevur hann [...] hann havt umboð fyri japansku Suzuki bilarnar. Eybjørn giftist í 1967 við Annie, f. Djurhuus, úr Kollafirði, dóttir Signhild, f. Hansen, úr Leynum, og Poul Jacob Djurhuus, úr Kollafirði. Annie og Eyðbjørn
skúla at fara í eftir summarfrítíðina. Nú bjóðar skúlin í Nólsoy seg fram sum ein lítil skúli, ið eisini er vanur við at hava næmingar, sum dagliga ferðast úr Havn og til Nólsoyar fyri at fara í skúla. Trýst [...] tey tíðindi, at frískúlin við Hoyvíkstjørn í Havn mátti lata aftur, tí næmingagrundarlagið nú var ov lítið til, at tað loysti seg at halda fram við skúlanum. Í tí sambandi hevði skúlastjórin ringt runt [...] pílin undir myndini fyri at hoyra Jákup av Skarði, fyrstalærara í Nólsoyar skúla, greiða frá, hvat er tað, sum fær hann at bjóða skúlan í Nólsoy fram.
kemur eisini at syngja hetta kvøldið. Frelsunarherurin byrjaði virksemi í Havn í 1924 og longu 9 ár seinni, í 1933, varð hornorkestrið stovnað. Dagligur leiðari fyri hornorkestrið er Finngerð Djurhuus [...] hevur havt leiðsluna um hendi síðan 1992, tá hon tók við eftir Kalla Olsen. Orkestrið telur í dag 18 spælarar. Í sambandi við hátíðarhaldið, fær orkestrið vitjan av navnframum dirigenti úr Noregi, Espen [...] Espen Ødegaard, sum kemur at stjórna orkestrinum Hornorkestur Frelsunarhersins 80 ár Frelsunarherurin í Havn Sunnudagin 27/10 kl. 18.00
stolin í Havn í gjár, er ikki komin afturíaftur enn. Løgreglan sigur, at tað var klokkan 10 í gjárkvøldið at tað varð ringt til løgregluna at boða frá, at ein bilur var stolin í Torfinsgøtu í Havn. Sambært [...] Sambært eigaranum er bilurin stolin ímillum klokkan 11 í gjár og klokkan 10 í gjárkvøldið. Talan er um ein svartan Toyota Avensis frá 2003 við nummarplátuni ET915. Men løgreglan sigur nú beint fyri døgverða
Fyri løtu síðan vórðu næmingarnir á Glasi í Havn bidnir um at fara út úr stóra skúlabygninginum, tí roykáringarskipanin var farin í gongd. Á løgreglustøðini í Havn sigur vaktleiðarin seg einki vita um, at [...] fráboðan er komin um tað. Hjá Tórshavnar Sløkkiliði vita tey at siga, at roykávaringarskipanin fór í gongd á Glasi í samband við, at onkur ovnur varð tendraður. - Alt er avblást, tí her var eingin eldur, tíbetur [...] siga tey hjá Tórshavnar Sløkkiliði. Skrivligar royndir eru í hesum døgum á Glasi, og eisini teir næmingar vórðu beindir á dyr, tá roykávaringin fór í gongd. ##med2## ##med3## ##med4##
flokkinum í Havn. Í dag sigur Annika Olsen við Rás2, at farið er farið og nú skal standast saman um at vinna kommunuvalið. Men Símun Gullaksen, formaður í Norðoyari Fólkafloksfelagið, finnur seg ikki í tí, og [...] Fólkaflokkurin er veruliga komin í andglettin nú valevni í Havn, Jan Christiansen, finst at flokksleiðsluni fyri at vera konservativ og harvið at hava slept Havnini á fjall. Jakob Vestergaard, tingmaður [...] og heitir á formannin um at agera beinan vegin. Innanhýsis stríð tykist tí merkja flokkin í hesum døgum. Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri á Miðlahúsinum, greinaði støðuna fyri Rás 2.
Bussleiðin at koyra í Havn. Sunnudagin verða bussarnir sýndir fram á Skálatrøð. Talan er um 14 nýggjar bussar av merkinum SOR, og teir eru gjørdir við fólki við barnavogni og fóli í koyristóli í huga. Nýggju [...] púra ókeypis. Og busskoyring í Havn er og verður framhaldandi ókeypis. Høvið verður sunnudagin at sleppa ein busstúr í býnum við nýggju bussunum. [...] KT-tøkni. Umframt at teldusamband er í bussinum ber til við fartelefon at síggja, hvar tín bussur er. Ella tú velur at fáa eini SMS-boð, tá bussurin nærkast. Ella bæði. Tøknin í nýggju bussunum er snild og púra