Hornorkestur heldur 80 ára dag

Í sambandi við at tað eru 80 ár síðan Hornorkestur Frelsunarhersins varð sett á stovn, verður skipað fyri konsert sunnudagin við horntónleiki og sangi.

Í sambandi við at tað eru 80 ár síðan Hornorkestur Frelsunarhersins varð sett á stovn, verður skipað fyri konsert sunnudagin við horntónleiki og sangi. Manskór úr Ebenezer, undir leiðslu av Eli Smith, kemur eisini at syngja hetta kvøldið.
Frelsunarherurin byrjaði virksemi í Havn í 1924 og longu 9 ár seinni, í 1933, varð hornorkestrið stovnað. Dagligur leiðari fyri hornorkestrið er Finngerð Djurhuus Olsen, sum hevur havt leiðsluna um hendi síðan 1992, tá hon tók við eftir Kalla Olsen. Orkestrið telur í dag 18 spælarar. Í sambandi við hátíðarhaldið, fær orkestrið vitjan av navnframum dirigenti úr Noregi, Espen Ødegaard, sum kemur at stjórna orkestrinum
Hornorkestur Frelsunarhersins 80 ár
Frelsunarherurin í Havn
Sunnudagin 27/10 kl. 18.00