Seint fríggjakvøldið kom norski dansibólkurin "Contrazt" til landið.
Klokkan 22.30 leygarkvøldið skulu tey spæla í høllini á Hálsi í Havn í einum stórum tiltaki, sum róðrarfelagið "Knørrur" skipar fyri. Hans Jacob Hjelm og vinmenn koma eisini at framføra. Dyrnar lata upp klokkan 22.
Undansølan til dansitiltakið í kunningarstovuni í Havn steðgar klokkan 14 leygardagin.
Contrazt hevur á tveimum sinnum vunnið heitið sum "ársins dansiorkestur" í Noregi, bæði í 2011 og í 2012.
Tey sum manna Contrazt eru :
Gro Anita Johansen, sangur
Leif Dybendal, sangur, gittari og kór
Gunnar Erik Ryen, bass
Tommy Sagerud, keyboard og kór
Roar Sagerud, trummur
Regin Joensen hevur tikið myndina av manningini hjá Contrazt fyri lítlari løtu síðani.