Fyri løtu síðan vórðu næmingarnir á Glasi í Havn bidnir um at fara út úr stóra skúlabygninginum, tí roykáringarskipanin var farin í gongd.
Á løgreglustøðini í Havn sigur vaktleiðarin seg einki vita um, at nakað er á vási á Glasi, tí eingin fráboðan er komin um tað.
Hjá Tórshavnar Sløkkiliði vita tey at siga, at roykávaringarskipanin fór í gongd á Glasi í samband við, at onkur ovnur varð tendraður.
- Alt er avblást, tí her var eingin eldur, tíbetur, og alt er sum vanligt aftur á Glasi, siga tey hjá Tórshavnar Sløkkiliði.
Skrivligar royndir eru í hesum døgum á Glasi, og eisini teir næmingar vórðu beindir á dyr, tá roykávaringin fór í gongd.
##med2##
##med3##
##med4##