Nólsoyar skúli bjóðar seg fram

Nólsoyar skúli vil fegin taka ímóti børnum, ið kanska standa skúlaleys, nú frískúlin við Hoyvíkstjørn er hildin uppat.

Herfyri bórust tey tíðindi, at frískúlin við Hoyvíkstjørn í Havn mátti lata aftur, tí næmingagrundarlagið nú var ov lítið til, at tað loysti seg at halda fram við skúlanum.

Í tí sambandi hevði skúlastjórin ringt runt til foreldrini, so tey kundu finna sínum børnum annan skúla at fara í eftir summarfrítíðina.

Nú bjóðar skúlin í Nólsoy seg fram sum ein lítil skúli, ið eisini er vanur við at hava næmingar, sum dagliga ferðast úr Havn og til Nólsoyar fyri at fara í skúla.

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra Jákup av Skarði, fyrstalærara í Nólsoyar skúla, greiða frá, hvat er tað, sum fær hann at bjóða skúlan í Nólsoy fram.