Mary, Sjúrður og Kári røða á Vaglinum 1. mai

Aftur í ár skipar Havnar Arbeiðarafelag fyri 1. mai dags haldi á Vaglinum. Haldið byrjar kl. 15.00.

Arbeiðarafelagið í Havn, Havnar Arbeiðsmannafelag, skipar enn sum áður fyri 1. mai dags haldi í Havn.

 

Hesaferð verða tríggir røðarar, kendir úr politikki og fakfelagsrørsluni.

 

Forkvinnan í Heilsuhjálparafelag Føroyar, Mary Antonsdóttir fer at røða, eins og Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður og Kári Johansen, býráðslimur. Umframt at vera býráðslimur, so er Kári Johansen eisini nevndarlimur í Havnar Arbeiðarafelag – og hann er sonur legendariska fakfelagsmannin og formannin í Havnar Arbeiðsmannafelag, Karl Johansen.

 

Havnar Hornorkestur spælir í sambandi við haldið – og teknmálstulkatænastan verður við. 

 

– Aftan á haldið bjoðar felagið til móttøku í hølinum á Tinghúsvegnum í samband við 40 ára starvsdag hjá Ruth Arge og 20 ára starvsdag hjá Joan Kjelnæs. Øll er hjartaliga vælkomin, heilsa tey frá Havnar Arbeiðarafelag.