Meðan eg var í læru á Skála, hevði eg um kvøldarnar arbeitt á Bakkafrost, eins og eg árini undan hevði verið á virkinum í summarfrítíðini. Eg kendi formenninar á Bakkafrost, og nú eg varð liðugur at læra [...] umborð á Norrønu, og vit hava tosað við maskinstjóran og glyvramannin, Ólav Gunnarsson. Maskinrúmið umborð á Norrønu er stórt og hjá einum, sum ikki hevur havt høvi at verið í maskinrúminum umborð á einum [...] nir klára at framleiða nógv meira enn tað, og soleiðis eru teir ríkiliga stórir til nýtsluna umborð á skipinum. - Eru líkindini vánalig, hava vit vanliga ljósmotorarnar koyrandi, og hetta er eisini av
serligum tørvi og tarni. - Vit høvdu eitt slíkt tiltak í fjør heyst, og tað eydnaðist serstakliga væl. Fleiri hava spurt, nær eitt slíkt tiltak verður aftur, og nú hava vit so tikið stigið. Verður undirtøkan [...] fara tey at rigga ein lítlan og heimagjørdan handil til. Hon vísir á, at umstøðurnar við Løkin hjá fólki við tarni eru framúr, ikki minst nú økið framman fyri Skótahúsið er asfalterað, og komandi er inn - [...] húsinum er eisini wc til fólk við serligum tørvi. - Uttanfyri fara vit at hava parkeringsvørar sum fara at syrgja fyri, at skil verður í og vit, sum skipa fyri, verða alt kvøldið til hjálpar hjá teimum, sum
Áðrenn kvinnurnar fóru ígongd, gjørdu vit umfatandi undankanningar við m.ø. hjarta- og heilkropsskanningum og vødda- og blóðroyndum í tveir mánaðir, og nú eru vit miðskeiðis í venjingunum. Endamálið við [...] sigur Magni Mohr, granskingarleiðari. Á heimasíðuni hjá ÍSF ber til at fylgja við, hvussu kvinnurnar klára seg. Á einari sonevndari bloggu skrivar Bjørg á Rógvi á lættan og skemtiligan hátt javnan um, [...] nógv betri at raka bóltin nú, og sjálvsálitið kvinkast tann rætta vegin fyri hvørja venjing. Men í dag fekk tað tó eitt lítið dykk. Nakrir ungir jassar spældu á vøllinum tá vit komu, men máttu sjálvandi
- Sum heild eru føroyingar alt ov lítið vitandi um umhvørvið, men nú vit royna at seta ljóskastaran á náttúru og umhvørvi, fáa vit fyrispurningar frá fólki úr øllum landinum um, hvussu vit arbeiða. Tilvitanin [...] Føroyar, kann ein umhvørvisstova setast á stovn, har allar kommunur í Føroyum eru við. Hendan stovan skal vegleiða um umhvørvið fyri alt Føroya fólk. Útlit eru til, at hon verður veruleiki, og tað verður [...] jólatrø, eru at síggja úti um landið eisini. - Nevndin er í dag meiri ein náttúru- og umhvørvisnevnd. Vit ráðgeva eftir førimuni um viðurskifti, sum snúgva seg um náttúru og umhvørvi sum heild. Eitt nú hava
eisini fólkavøkstur. Á øllum økjum eru vit í gongd við arbeiðsskapandi tiltøk, trivnaðartiltøk og tiltøk fyri beinleiðis at lækka kostnaðarstøðið í býnum og kommununi, samstundis sum vit skapa karmar til vinnu [...] tænti teimum vælbjargaðu. Men vit í býráðnum handla øðrvísi, rættvísari og solidariskt. Vit vilja, at øll í Tórshavnar kommunu fáa eina beinleiðis lækking í skattaprosentinum upp á hálvt prosent, og at bar [...] fullari ferð Nei, góðu fólkafloksmenn, hvørki íløgusteðgur ella sparingar eru ráðiligar loysnir, nú okkum tørvar at seta fulla ferð á alt virksemi í býnum. Hetta fyri at skapa arbeiði til allar hendur, størri
hevði verið, tá Brandur fór á pall á G! fyri at spæla sín tónleik fyri áhoyrarunum. Tá hann fór á pall á spæliplássinum uml. kl. 19, var komið eitt sindur av fólki komið oman á spæliplássið at lurta eftir [...] tað var tað. Tá tað leið móti kvøldi var túrurin komin til 20 ára gamla Brand Enni, sum í løtuni er búsitandi í Svøríki, har hann lærir til lagasmið. Tað eru stórar vónir til Brand, sum verður mettur at fara [...] ið hóast sín unga aldur hevur nógv ár á baki í føroyskum tónleiki. Tað legðist alsamt meir fólk til, sum konsertini leið. Tónleikurin, Brandur framførdi leygardagin á G!, var melidiøsur popp/rokkur við einum
verið sjómaður eitt langt lív og ikki minst reiðari á eitt nú trimum skipum við navninum, Vesturvón, har serliga tveir teir seinastu eru væl kendir. Hin 92 ára gamli er hugtikin av monnunum handan Føroya S [...] í hetta tiltak. - Dagarnir eru eisini ímyndin av samanhaldi, sum Klaksvík altíð hevur staðið fyri. Tá neyðugt hevur verið at taka tøk - ja, so standa vit saman og so lyfta vit í felag, sigur Eivind Niclasen [...] Klaksvík nú klokkan 17. Stórt forvitni er um hesa standmynd, tí hildið verður uppá, at hon er heimsins størsta - av sínum slag. Hvat standmyndin ímyndar, fæst at vita, tá hon alment verður avdúkað nú klokkan
GÍ hevur áður skipað fyri tílíkum stevnum, men tað eru nú fleiri ár síðani. Nú tíðirnar eru vorðnar betur, halda tey í GÍ, at tíðin nú aftur er búgvin at skipa fyri eini tílíkari stevnu. Sum vera man koma [...] er, at í staðin fyri at renna land og ríki runt eftir jólagávum, skal bera til at keypa allar á einum stað. Á sølustevnuni verður eisini møguleiki hjá bilasølum at sýna fram tað nýggjasta, ið teir hava at [...] ikki greitt, men arbeitt verður við at fáa okkurt útlendskt stórt navn hendanvegin, frætta vit úr Gøtu. Heiti á sølustevnuni hjá GÍ er: ? Her fært tú gávuna til hana, hann og tey?!
aðrar mátar. ? Tað ávirkar meg ógvuliga nógv, at vit hava so vánaligt telefonsamband, og vit eru foy um hetta, tí vit eru so bundin av samskiftinum. Vit liva av ferðavinnuni, og eg tosi helst hvønn dag [...] øllum at døma er upptikið, men so er ikki, fingu vit at sanna, tá eini sms-boð komu bippandi inn á fartelefonina fyrrapartin hósdagin: »TELEFONLOYSI Í KOLTRI. Nú eina tíð hevur telefonsambandið til Koltur verið [...] til at gjalda rokningar. Vit eru skotin langt aftur í tíðina.« Avsendarin var Bjørn Patursson, bóndi í Koltri. ? Hetta er eitt neyðarróp, tí fartelefonin er einasta sambandið vit hava. Telefonin er steindeyð
fútan. - Og tá vit nú tosa um Norrönu skulu vit minnast til, at talan er um 20 ár, sum hetta hevur vart, og í fjør royndi eg at vita, um hann kundi sleppa ein túr við mær og manninum. Vit skrivaðu inn til [...] fyrr enn aftaná, sigur Nicolina Debes. Hægri hond Nú kunnu tey so liva normalt aftur, og kunnu koma og fara allastaðni, har teimum lystir. - Nú eru vit ein normal familja aftur. Hetta hevur ikki bara gingið [...] Vollanum. Langtandi á keiini Nicolina Debes er mamma at Jørgen av Vollanum, og tað hevur mangan verið hart at sæð sonin standa eftir á keiini, meðan búfelagar ella ítróttafelagar eru slopnir uttanlands