Dut, dut, dut...
Soleiðis ljóðar, tá tú roynir at ringja til bóndahjúnuni í Koltri. Eftir øllum at døma er upptikið, men so er ikki, fingu vit at sanna, tá eini sms-boð komu bippandi inn á fartelefonina fyrrapartin hósdagin:
»TELEFONLOYSI Í KOLTRI. Nú eina tíð hevur telefonsambandið til Koltur verið slitið. Tað ber ikki til at ringja, faksa ella brúka teldu. Ja, tað ber ikki til at gjalda rokningar. Vit eru skotin langt aftur í tíðina.«
Avsendarin var Bjørn Patursson, bóndi í Koltri.
? Hetta er eitt neyðarróp, tí fartelefonin er einasta sambandið vit hava. Telefonin er steindeyð. Fólk og viðskiftafólk halda, at vit ikki svara ella eru ikki heima, at eingin býr her longur, og tað ber ikki til, tá vit liva av ferðavinnu og bóndagarðinum. Tað er ikki fyri at leggja eftir Føroya Tele, at eg sigi hetta, tí har hava tey roynt sítt besta, men tey finna bara ikki feilin, sigur Bjørn Patursson.
Í grundini hevur trupulleikin verið líka síðan 1994, tá tey fluttu út í Koltur. Føroya Tele hevur líka síðan roynt at loyst trupulleikan við vánaliga sambandinum. Koltur fekk ta fyrstu luftbornu skipanina, og tey hava havt gott teldusamband við ISDN. Men knappliga er sambandið burtur, og tá fólk ringja í hesum døgum, ljóðar upptikið.
Útoyggjarnar hava ikki fingið kaðal lagdan, tí tað loysir seg ikki. Fólkini eru ov fá, og ofta er harður streymur millum meginlandið og oynna.
Ávirkar nógv
Tey búleikast tvey fólk í Koltri. Strandferðslan siglir ikki út í Koltur, tyrlan flýgur hægst tríggjar ferðir um vikuna, og posturin kemur tvær ferðir. Bjørn Patursson sigur, at tað er serliga umráðandi við góðum telesambandi, tá tú ert avskerdur frá umheiminum í aðrar mátar.
? Tað ávirkar meg ógvuliga nógv, at vit hava so vánaligt telefonsamband, og vit eru foy um hetta, tí vit eru so bundin av samskiftinum. Vit liva av ferðavinnuni, og eg tosi helst hvønn dag við ferðafólk. Umframt ferðavinnuna hava vit bóndagarðin og selja kjøt, og tað krevur samskifti við kundan. Vit hava eisini vant okkum við at gjalda rokningar umvegis Heimagreiðsluna og Heimabankan, men tað ber ikki til uttan telefonsamband. Harafturat eri eg formaður í bóndafelagnum, og tað krevur sjálvandi, at tað ber til at fáa fatur á mær, sigur Bjørn Patursson.
Hann undrast á, at tað, sum ber til í Dímun ikki ber til í Koltri, tí hóast dímuningar eru longri burtur frá meginøkinum, so hava teir gott og støðugt telefonsamband.
Avoldað
Bjørn Patursson heldur, at tey í Koltri eru skotin langt aftur í tíðina.
? Onnur krevja berghol og fleiri túrar um firðir. Vit stríðast framvegis við telefonina, og tað má sigast at vera eitt sindur avoldað, sigur Bjørn Patursson.
So er at vóna, at Føroya Tele tekur sær um reiggj og loysir trupulleikan. Til ta tíð kunnu vit upplýsa vinum, ferðafólki og kundum, at Bjørn Patursson er at hitta á fartelefon 21 6026.










