Kanskalandið

Brandur Enni, sum er føroyska barnastjørnan, var á palli leygarkvøldið kl. 20. Framførslan var søt og romantisk, men serliga góða violinspælið var ein góð barlast til tað sukursøta.

Leygardagurin á G! var eisini ringur at spáa um frammanundan. At Føroyar vera kallaðar The land of maybe, var avgjørt ikki gjørt til skammar, tí allur dagurin var ein blanding av sól, regni, vindi og enn meiri kaosi.

Í veruleikanum manglaði bert at tað fór at kava, men so illa stóð tó ikki til. Men fyri at tað ikki skuldi vera lygn, fór streymurin mitt í tí heila um middagsleitið leygardagin, og Gøta lá í streymloysi í fleiri tímar. Hetta ávirkaði sjálvsagt allan festivalin, men, um tað skal ganga galið, so hví ikki lata tað ganga heilt galið? Streymurin kom tó aftur í aftur, og tá konsertirnar so smátt byrjaðu niðri á pallinum, Fyri oman Brúgv, um fýra-fimm tíðina var eitt sindur av fólki komið at lurta. Tað regnaði illa, og tað tóktist, sum gestirnir eftirhondini høvdu vant seg við, at soleiðis var veðrið bara í ár, og tað var tað.

Tá tað leið móti kvøldi var túrurin komin til 20 ára gamla Brand Enni, sum í løtuni er búsitandi í Svøríki, har hann lærir til lagasmið. Tað eru stórar vónir til Brand, sum verður mettur at fara at klára seg væl í altjóða poppheiminum. Hann hevði útgávusáttmála, áðrenn hann var liðugur at útbúgva seg, og hetta skuldi borga fyri góðsku, um einum dámar popptónleik.

Brandur gav sína fyrstu fløgu út sum 12 ára gamal, og hann er helst tað tættasta ein kemur til eitt skapað poppfyribrigdi. Brandur er harumframt tað tættasta vit koma til eina barnastjørnu í Føroyum, og hann var ótrúliga væl umtóktur um aldarskiftið, tá barnastjørnur vóru eitt serstakliga populert fyribrigdi í norðurlondum. Sum bert 13 ára gamal var hann heimsstjørna í Føroyum, serliga kendur fyri lagið, Waiting in the moonlight.

Nú hevur hann givið sína fyrstu fløgu út sum vaksin, Sometimes truth needs a lie, og við hesum markerar hann eitt skift í síni karrieru sum tónleikari. Tað, ið kanska er serliga áhugavert, er, at tað er Christoffer Lundquist, ið áður hevur arbeitt saman við m..a. Roxette, Per Gessle, Ulf Lundell, Moneybrother og øðrum kendum nøvnum, sum hevur framleitt fløguna hjá Brandi.


Søtt, men gott

Veðrið var ordiliga gott í mun til, hvat tað hevði verið, tá Brandur fór á pall á G! fyri at spæla sín tónleik fyri áhoyrarunum. Tá hann fór á pall á spæliplássinum uml. kl. 19, var komið eitt sindur av fólki komið oman á spæliplássið at lurta eftir tvøramanninum, ið hóast sín unga aldur hevur nógv ár á baki í føroyskum tónleiki. Tað legðist alsamt meir fólk til, sum konsertini leið.

Tónleikurin, Brandur framførdi leygardagin á G!, var melidiøsur popp/rokkur við einum fólksligum ískoyti, ið serliga kom fram við violinspælinum hjá Angeliku Nielsen. Angelika megnaði við violini at lyfta tónleikin longur, enn hann vildi komið, um hon ikki var við. Tað var, sum um hon tók broddin av tí, ið lætt kundi blivið eitt sindur søtsuppuagtigt.

Tónleikurin hjá Brandi var kanska meir følin enn kensluborin, og av og á bleiv tað í so romantiskt og forútsigiligt reint tónleikaliga. Men av tí, at Brandur hevur eina sera vakra rødd, sum uttan trupulleikar kann bera slíkan tónleik, bleiv tað ikki irriterandi, men heldur ein konsert, har man fann seg sjálva standa og murra við sangunum hjá Brandi, um eg vildi tað ella ei.