Í annaðkvøld - leygarkvøldið 22. apríl - skipar ein áhugabólkur fyri “Uppá Tá Dansi” í Skótahúsinum við Løkin í Runavík. Hetta er ein áhugabólkur, sum skipar fyri tiltøkum fyri at stuðla undir skótahúsið, og bólkurin fegnast eisini um, at tey, sum eru við til tiltøkini, kunnu hava eitt stuttligt og minniligt kvøld.
Marna Knudsen, sum er í áhugabólkinum, hevur røsk og dugnalig fólk aftrat sær, og hon sigur, at dansitiltakið hesaferð verður fyri fólki við serligum tørvi og tarni.
- Vit høvdu eitt slíkt tiltak í fjør heyst, og tað eydnaðist serstakliga væl. Fleiri hava spurt, nær eitt slíkt tiltak verður aftur, og nú hava vit so tikið stigið. Verður undirtøkan eins stór hesaferð, vóna vit, at hetta kann gerast eitt afturvendandi tiltak.
"Uppá Tá Dansurin” í Skótahúsinum við Løkin byrjar í annaðkvøld klokkan 19, og kvøldið endar klokkan 22. Men, longu frá klokkan 18 fara stigtakararnir at selja pylsur, burgarar, chips, køkur og annað gott.
Marna Knudsen sigur, at tey fara at hava ein pylsuvogn, sum kemur at standa inni í Skótahúsinum, og haraftrat fara tey at rigga ein lítlan og heimagjørdan handil til.
Hon vísir á, at umstøðurnar við Løkin hjá fólki við tarni eru framúr, ikki minst nú økið framman fyri Skótahúsið er asfalterað, og komandi er inn - eisini í koyristóli - uttan nakrar sum helst trupulleikar. Í húsinum er eisini wc til fólk við serligum tørvi.
- Uttanfyri fara vit at hava parkeringsvørar sum fara at syrgja fyri, at skil verður í og vit, sum skipa fyri, verða alt kvøldið til hjálpar hjá teimum, sum koma til dansitiltakið. Tað verða Elis Poulsen og Finnur Olsen, sum fara at stýra tónleikinum, og Flemming & Vinmenn verða eisini við.
Marna Knudsen vísir á, at í fjør heyst høvdu tey eisini Elis Poulsen og Finn Olsen, og hetta vóru fólk, sum komu til dansin, serstakliga glað fyri.
- Umframt at hetta er eitt stuðulstiltak til frama fyri skótahúsið, er hetta eisini eitt tiltak, har vit gjarna vilja hava fólk við serligum tørvi og tarni út at hugna sær. Tá hesin parturin av tiltakinum er liðugur klokkan 22, heldur almennur dansur fram við Flemmingi & Vinmonnum, sigur hon.