Eivind Niclasen skal avdúka standmynd

Tað verður 92 ára gamli fyrrverandi sjómaðurin og reiðarin, Eivind Niclasen, sum saman við Gunvá við Keldu, borgarstjóra, fer at avdúka standmyndina í Klaksvík nú klokkan 17. Stórt forvitni er um hesa standmynd, tí hildið verður uppá, at hon er heimsins størsta - av sínum slag.

Hvat standmyndin ímyndar, fæst at vita, tá hon alment verður avdúkað nú klokkan 17.

Úr Klaksvík skilja vit, at Eivind Niclasen gleðir seg sum ein smádrongur til tað, sum hann kallar eitt álitisstarv ? at avdúka standmyndina á rundkoyringini við Borðoyarvík.

Eivind hevur verið sjómaður eitt langt lív og ikki minst reiðari á eitt nú trimum skipum við navninum, Vesturvón, har serliga tveir teir seinastu eru væl kendir.

Hin 92 ára gamli er hugtikin av monnunum handan Føroya Sjómannadag og heldur tað vera eitt megnar arbeiði, hesir sjálvboðið leggja í hetta tiltak.

- Dagarnir eru eisini ímyndin av samanhaldi, sum Klaksvík altíð hevur staðið fyri. Tá neyðugt hevur verið at taka tøk - ja, so standa vit saman og so lyfta vit í felag, sigur Eivind Niclasen avgjørdur.

Hann keypti sín fyrsta bát Barið í 1947 og hevði hann fram til 1960.

Í 1957 keypir Eivind sín fyrsta Vesturvón, ið er línubátur. Tann bátin hevði hann í sjey ár.

Í 1969 lata teir Vesturvón smíða eftir somu tekning sum ?stellurnar?. Hendan trolaran hevði hann fram til 1987.

Og í 1987 kemur Eivind við Vesturvón, sum er flakatrolari, ið nú er heimahoyrandi í Fuglafirði.

Nú klokkan 17 fer hin 92 ára gamli saman við borgarstjóranum í Klaksvíkar kommunu, Gunvá við Keldu, at avdúka standmyndina, ið Føroya Sjómannadagur stendur aftanfyri sum gevari.

Røður verða hildnar, og hornatónleikur fer at ljóma.