Chanett Danielsen og Edith Jakobsen syngja 80ara og 90ara hits við Brúnna leygardagin og kallað seg Frýrnar í samband við framførsluna. Vit koma at uppliva fleiri avbera góð og kend rock- og popp-hitt frá [...] kvinnubólkinum Flamma og pop-duo’ini Mahanna. Edith Dahl Jakobsen hevur sungid sídani hon var smágenta og er kend frá sangleikum, umframt at hon skrivar og framførir egnan tónleik. Seinastu 10 árini hevur hon [...] hon búd í Svøríki, Onglandi og Danmark, og hevur hon lokid prógv sum kandidat í tónleikavísind og sum sanglærari.
norðan ella landnyrðingur, og tað verður eitt lot. Útlit eru eisini til ein hampiliga turran dag í morgin, tó at okkurt æli kann vísa seg, og hitin fer helst at liggja millum 6 og 10 stig. Tað er ikki 1. september [...] hava menn kring landið verið á báti og tikið nátunga á sjónum. Fleiri gera bara tann eina túrin og taka til húsbrúks, men tað eru eisini teir, sum taka náta, gera reint og selja. Veðurlíkindini til nátatøku [...] streymurin hevur verið harður, og onkra løtu hevur lotið kanska verið ov frískligt. Tað skal ikki nógv lot til, at tað gerst ruskut í sjónum, tá streymurin er harður, og tað rekur upp í ættina - ella,
fór fyri millum góðar 28 og góðar 40 krónur fyri kilo. Miðalprísurin fyri havtasku 2 og 3, sum størstu nøgdirnar vóru av, var ávikavist 36,93 og 34,72 krónur fyri kilo. Lítlar og ongar nøgdir av upsa vórðu [...] eru fiskasløg, sum liggja ovarlaga í prísi millum onnur fiskasløg. Toskur 3 og 4 fóru fyri miðalprísin 11,47 og 10,68. Góð 2 tons vóru av toski 2, sum fekk miðalprísin 17,13 krónur fyri kilo. [...] marknaðinum í gjár, og hetta hevði eisini sína ávikan á góða miðalprísin. Heldur eingin frystur gulllaksur var á marknaðinum. Størstu nøgdirnar á Fiskamarknaði Føroya í gjár vóru toskur og havtaska, ið eru
Mikkelsen og Ísak Vedelsbøl sleppa við liðum sínum, HF Karlskrona og Sävehof at royna seg í bólkaspælinum í EHF European League. Tróndur var flúgvandi, og hann skoraði heili 11 mál, tá hann og liðfelagarnir [...] 33-30, og gjørdist talan um ein samlaðan 70-65 sigur til Karlskrona. Karlskrona var á odda 18-14 í steðginum, og eitt skiftið í seinna hálvleiki var Karlskrona frammanfyri við sjey málum, og 10 málum samanlagt [...] seinastu løtuna. Ísak skoraði eitt mál, tá hann og liðfelagarnir í Sävehof vunnu 38-36 á Malmö. Sävehof vann fyrra undankappingardystin 33-24 í Malmö, og vann sostatt ein samlaðan 71-60 sigur. Í steðginum
heimavølli, og tí høvdu tær nakað at prógva bæði fyri sær sjálvum og fyri áskoðarunum. Og ikki kann sigast annað enn at tað eydnaðist. Leikararnir á Tvøroyri eru ungir og sera evnaríkir og hava vunnið [...] Men munurin millum yngri deildirnar og vaksnamannadeildirnar er stórur og tí kann ein lítil broyting gera stóran mun. Dysturin millum a-liðið og Drátt var bæði javnur og spennandi. Við hvørt var annað liðið [...] . Tær høvdu tríggjar dystir á skránni og ikki nóg mikið við tí. Teir lógu í hvør sínum enda av landinum. Leygardagin vóru tær í Klaksvík og leiktu móti Mjølnir og haðani fóru tær beina leið til Tvøroyrar
Kalt og nakað av kavaavfalli. Útlit eru fyri lýggjari veðri og regni fríggjadagin. DMI sigur, at mánadagin verða 8-13 m/s av eystri. Skiftandi skýrák og einstøk kavaæl. Hitin millum 2 kuldastig og 3 hitastig [...] hitastig. Týsdagin verða 5-10 m/s av eystri og landnyðringi, um náttina minkandi niður í 3-8 m/s. Skiftandi skýrák við kava- ella vátakavaælum. Hitin millum frostmarkið og 3 hitastig, um náttina niður í [...] seinni mest turt. Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig. Fríggjadagin verða 13-18 m/s av suðri og landsynningi. Skýggjað, men sum frálíður regn. Hitin millum 3 og 7 hitastig.
Sanglærarafelag avdúkaðir, og virðislønirnar verða handaðar. Tiltakið, sum er ókeypis, verður í Klingruni í Norðurlandahúsinum, og øll eru vælkomin Íalt komu 87 uppskot inn til kappingina, og burtur úr hesi nøgd [...] virðisløn, sum er 10.000 kr. Framførsla og handan av 2.virðisløn, sum er 20.000 kr. Framførsla og handan av 1.virðisløn, sum er 30.000 kr. Felagssangur Endi Í sambandi við tiltakið er ein framsýning av [...] 2.virðisløn, og Fø. Sanglærarafelag fer at handa 3.virðisløn. Skráin er henda: Vælkomin Felagssangur Barnakór Tórshavnar Musikkskúla syngur undir leiðslu av Joannu Johansen. Framførsla og handan av 3.virðisløn
verður sett, at keyparin framhaldandi umsitur einkarætt landsins og skyldu landsins til postflutning sambært løgtingslóg um postvirksemi í eitt 10 ára tíðarskeið galdandi frá yvirtøkudegnum. Í 2017 hevði Posta [...] uppskot um at einskilja almenna partafelagið Posta. Tað er Poul Michelsen, landsstýrismaður í Uttanríki- og Vinnumálum, ið eigur uppskotið um at einskilja p/f Postverk Føroya. Talan er um eitt uppskot, ið gevur
t yvir eitt tíðarskeið. Byrjað verður í 2012 við einari skerjing svarandi til 10 mió. krónur, í 2013 til 20 mió. krónur og í 2014 til 30 mió. krónur. Eisini segði Løgmaður, at partafelagsskatturin skal [...] Niclasen. Í heyst skal samgongan semjast um fíggjarlógina. -Tað verður trupult hjá okkum at semjast, og Ólavsøkurøðan ger tað nú nakað truplari, staðfestir Jørgen Niclasen.
ðin. Í Hovs, Hvalbiar og Porkeris kommunum var skattainntøkan minni fyrra hálvár í ár, enn hon var í fjør. Í Hovi var afturgongdin 10,97 prosent ella 168.691 krónur. Í Hvalba og Sandvík var afturgongdin