Danska veðurstovan DMI roknar við, at veðrið næstu dagarnar verður, sum tað hevur verið í eina tíð. Kalt og nakað av kavaavfalli. Útlit eru fyri lýggjari veðri og regni fríggjadagin.
DMI sigur, at mánadagin verða 8-13 m/s av eystri. Skiftandi skýrák og einstøk kavaæl. Hitin millum 2 kuldastig og 3 hitastig.
Týsdagin verða 5-10 m/s av eystri og landnyðringi, um náttina minkandi niður í 3-8 m/s. Skiftandi skýrák við kava- ella vátakavaælum. Hitin millum frostmarkið og 3 hitastig, um náttina niður í 5 kuldastig.
Mikudagin verða 3-8 m/s av landnyðringi, seinni landsynningi. Skiftandi skýrák við kava- ella vátakavaælum. Hitin millum 1 og 4 hitastig, um náttina niður í 5 kuldastig.
Hósdagin verða 3-8 m/s av landsynningi, vaksandi upp í 8-13 m/s, í støðum 15 m/s. Skiftandi skýrák við kava- ella vátakavaælum, seinni mest turt. Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig.
Fríggjadagin verða 13-18 m/s av suðri og landsynningi. Skýggjað, men sum frálíður regn. Hitin millum 3 og 7 hitastig.