Nú skal Posta einskiljast

Uppskotið er nú lagt fyri ting at einskilja almenna partafelagið

Tá tingfundurin bleiv settur fyri løtu síðan upplýsti Páll á Reynatúgvi, løgtingsformaður, at fleiri uppskot eru løgd fyri tingið í dag. Harímillum er eitt uppskot um at einskilja almenna partafelagið Posta.


Tað er Poul Michelsen, landsstýrismaður í Uttanríki- og Vinnumálum, ið eigur uppskotið um at einskilja p/f Postverk Føroya. Talan er um eitt uppskot, ið gevur landsstýrismanninum heimild at selja partapeningin, ið landið eigur í fyritøkuni. Sum nú er eigur landið 100 prosent av partabrøvunum.


Nakað av kjaki hevur verið millum politikarar, um tað er rætt at einskilja Posta. Serliga hevur verið víst á, at landið hevur eina skyldu at tryggja postflutning. Í uppskotinum verður tó hædd tikið fyri hesum í fyrsta umfari.


Sum treyt fyri søluni verður sett, at keyparin framhaldandi umsitur einkarætt landsins og skyldu landsins til postflutning sambært løgtingslóg um postvirksemi í eitt 10 ára tíðarskeið galdandi frá yvirtøkudegnum.


Í 2017 hevði Posta eitt ársúrslit á 3,5 milliónir krónur.