Ólavsøkurøðan hjá Løgmanni var í fleiri førum í beinleiðis stríð við samgonguna. Tað staðfestir formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen. Løgmaður sigur í Ólavsøkurøðuni, at sjómannafrádrátturin skal niðurlagast yvir eitt tíðarskeið. Byrjað verður í 2012 við einari skerjing svarandi til 10 mió. krónur, í 2013 til 20 mió. krónur og í 2014 til 30 mió. krónur.
Eisini segði Løgmaður, at partafelagsskatturin skal hækkast, men hesum tekur Fólkaflokkurin ikki undir við.
-Tað er eitt ógvuliga óheppið signal at senda. Serstakliga tá ið vit royna at fáa útlendskar fyritøkur hendan vegin, sigur Jørgen Niclasen.
Hann staðfestir, at Ólavsøkurøða Løgmans í fleiri førum ikki hevur undirtøku í samgonguni.
-Summi mál, sum Løgmaður nevndi hava ikki undirtøkur í samgonguni, men onnur eru til viðgerðar. Løgmaður nevndi eisini mál, sum samgongan als ikki hevur viðgjørt, sigur Jørgen Niclasen.
Í heyst skal samgongan semjast um fíggjarlógina.
-Tað verður trupult hjá okkum at semjast, og Ólavsøkurøðan ger tað nú nakað truplari, staðfestir Jørgen Niclasen.