Guðrun Sólja, Ann Chanett og Edith eru Frýrnar

tær framføra 80ara og 90ara hitt við Brúnna

Guðrun Sólja, Ann Chanett Danielsen og Edith Jakobsen syngja 80ara og 90ara hits við Brúnna leygardagin og kallað seg Frýrnar í samband við framførsluna.

 

 

Vit koma at uppliva fleiri avbera góð og kend rock- og popp-hitt frá tíðarskeiðnum, og við trimum so dugnaligum sangarindum og einum superbólki aftanfyri seg, verður tað heilt sikkurt ein super uppliving at hoyra tær tríggjar framføra kendar sangir fyri okkum við Brúnna 8. Juli.

 

 

Guðrun Sólja Jacobsen, ein av teimum heilt góðu songkvinnunum í Føroyum, kemur aftur at framføra við Brúnna í ár. Ann Chanett Danielsen er ein songkvinna, sum veruliga hevur gjørt seg galdandi á føroyska tónleikapallinum seinastu árini. Hon hevur verið við í fleiri sangleikum. Eisini kenna vit hana frá kvinnubólkinum Flamma og pop-duo’ini Mahanna. Edith Dahl Jakobsen hevur sungid sídani hon var smágenta og er kend frá sangleikum, umframt at hon skrivar og framførir egnan tónleik. Seinastu 10 árini hevur hon búd í Svøríki, Onglandi og Danmark, og hevur hon lokid prógv sum kandidat í tónleikavísind og sum sanglærari.