Tað er besta nátatíð

Veðurútlitini til morgindagin eru hampiliga góð. Hann verður høgur í ættini, norðan ella landnyrðingur.

 

Seinastu dagarnar hava menn kring landið verið á báti og tikið nátunga á sjónum. Fleiri gera bara tann eina túrin og taka til húsbrúks, men tað eru eisini teir, sum taka náta, gera reint og selja.

 

Veðurlíkindini til nátatøku hava verið hampilig teir seinastu dagarnar, men streymurin hevur verið harður, og onkra løtu hevur lotið kanska verið ov frískligt.

 

Tað skal ikki nógv lot til, at tað gerst ruskut í sjónum, tá streymurin er harður, og tað rekur upp í ættina - ella, tá tað rekur um tangar.

 

Gerst lotið ov frískligt, flýgur fuglurin á sjónum og lítið kemur burtur úr fuglaveiðini.

 

Danska veðurstovan - www.dmi.dk - sigur í kvøld, at veðurútlitini til morgindagin eru hampiliga góð. Hann verður høgur í ættini, norðan ella landnyrðingur, og tað verður eitt lot.

 

Útlit eru eisini til ein hampiliga turran dag í morgin, tó at okkurt æli kann vísa seg, og hitin fer helst at liggja millum 6 og 10 stig.

 

Tað er ikki 1. september fyrr enn í morgin, so enn eru góðar stundir hjá teimum, sum kundu hugsað sær, men sum enn ikki hava verið og tikið nátunga.