felagssang, tó verður høvi at hoyra onkrar solistar inn ímillum, sum kvøldið líður. Aftaná sangin verður kaffi og te og okkurt leskiligt afturvið. Fyriskipararnir siga frá, at øll eru hjartaliga vælkomin
Morgunsendingin á Rás2 er í morgun farin í býin við Jákup á Borg, fótbóltsspælara. Mirjam og Barbara fara at vitja fólk saman við Jákupi Seinastu tveir fríggjadagarnar hevur Rás2 verið á ferð saman við kendum [...] og í dag eru tær runt í Havnini saman við Jákupi á Borg, fótbóltsspælara. Morgunsendingin á Rás2 er at hoyra millum klokkan 9 og 12.
Framleiðsla av VW-minibilum í Kekkia. VW-konsernin hevur ætlanir um at byggja eina nýggja bilverksmiðju saman við Skoda verksmiðjuni í Kekkia til framleiðslu av minibilinum VW Up, sum hevur verið sýndur [...] seinastu tíðina. Árliga framleiðslan í Kekkia verður millum 200.000 og 250.000 bilar. Ætlanin er eisini at framleiða umleið hálva millión afturat av VW Up í Ruslandi, India og í Spania. Bilurin kemur helst
21-28 (12-13) Tað var sjáldan nakar ivi um, at Stjørnan var betra liðið í Havn í dag. Hóast Kyndil fylgdi væl við allan fyrra hálvleik, so hevði Stjørnan meira at geva av, og í seinna hálvleiki settu tær
Fyrrverandi landsliðsspælarin, Pól Thorsteinsson, er í uppskoti at gera varaforseti í Fótbóltssambandinum. Tað er VB/Sumba, sum hevur skotið Pól Thorsteinsso upp til varaforsetasessin í FSF. Har hevur [...] Karl Vidtfeldt og Niclas Davidsen, nevndarlimir, men teir báðir hava einki mótvalevni, nú freistin at stilla upp er lokin, og tí verða teir á aðalfundinum annan leygardag valdir uttan atkvøðugreiðslu.
ítrótturin við til at menna børn og ung. Tað er heitið á fyrilestri, sum ÍSF skipar fyri í høllini á Føroya Læraraskúla leygardagin klokkan 13.30. Tað er norski Svein Femtehjell, sum fer at halda fyrilesturin
bert 10 minuttir seinni fekk Randers brotsspark. Kenneth Møller Pedersen misnýtti tó gylta møguleikan at javna. Eftir hetta fór gassið av ballónini hjá Randers, og AaB økti upp í 3-0. Málini skutu Jeppe Curth [...] Simon Bræmer. AaB liggur sjey stig frammanfyri nummar 2 í superliguni. FCK megnaði heldur ikki í kvøld at vinna, og eftir javnleikin ímóti AGF er FCK dottið niður á fjórða pláss.
Joensen hjá Reyni Service, um at fyritøkan hevur verið 30 ár í Hoyvík, Petur Elias Petersen frá Tryggingarfelagnum Føroyar greiðir frá um bilfígging, og í biltíðindunum hoyra vit um at London Taxi nú eisini verða
hildin í Keypmannahavn. Talan er um eina verkstovu har serfrøðingar frá ymiskum arbeiðsøkjum fara at tosa um leiklutin hjá fiskivinnuni í Norðsjónum í dag og í framtíðini. Spurningarnir um hvussu gransking [...] uppundir stýringini av fiskiveiðuni og hvussu granskingarúrslit kunnu berast fram. Granskingarráðið sigur, at verkstovan er ein liður í eini røð av PROFET verkstovum, sum er ein týðandi partur av ES fíggjaði PROFET
Fólk á Sandoy bjóða nú teim ferðandi at síga í fuglabjørgunum vestanfyri á oynni, á einum 300 metrar høgum plássi tey nevna í Lonini. - Vit síggja stórar møguleikar í hesum, siga kunningarleiðarin, Fríðtór [...] Henriksen samsintir. Tiltakið varð roynt í farnu viku og við góðum úrsliti. Hetta gevur teimum áræði at halda fram við ætlanini. Nær fyrsti túrurin verður gjørdur er ikki avgjørt enn. Men tað verður um ikki