Hvønn samfelagsligan týdning hevur ítrótturin og hvussu er ítrótturin við til at menna børn og ung.
Tað er heitið á fyrilestri, sum ÍSF skipar fyri í høllini á Føroya Læraraskúla leygardagin klokkan 13.30.
Tað er norski Svein Femtehjell, sum fer at halda fyrilesturin. Svein er útbúgvin prestur við servitan innan sosialpedagogikk, og síðani 1989 hevur hann starvast sum ítróttasamskipari.
Tiltakið er ætlað venjarum, leiðarum, foreldrum, lærarum og annars fólki, sum í gerandisdegnum frá við børn og ung. Tiltakið er ókeypis