AaB fekk ein hvøkk

AaB tók enn eitt fet ímóti gullinum í superliguni, eftir at liðið vann á Randers í gjárkvøldið. Men teir úr Aalborg fingu ein hvøkk í seinna hálvleiki. Michael Jakobsen legði AaB á odda 1-0 eftir 57 minuttir, men bert 10 minuttir seinni fekk Randers brotsspark. Kenneth Møller Pedersen misnýtti tó gylta møguleikan at javna. Eftir hetta fór gassið av ballónini hjá Randers, og AaB økti upp í 3-0. Málini skutu Jeppe Curth og Simon Bræmer. AaB liggur sjey stig frammanfyri nummar 2 í superliguni. FCK megnaði heldur ikki í kvøld at vinna, og eftir javnleikin ímóti AGF er FCK dottið niður á fjórða pláss.