Sandingar við ekstremum tilboði til ferðafólk

Tey ið dáma væl avbjóðingar, hæddir og eitt spennandi upplivilsi, fáa nú møguleikan fyri hesum.

Fólk á Sandoy bjóða nú teim ferðandi at síga í fuglabjørgunum vestanfyri á oynni, á einum 300 metrar høgum plássi tey nevna í Lonini.

- Vit síggja stórar møguleikar í hesum, siga kunningarleiðarin, Fríðtór Debes og ein av stigtakarunum, Bjarki Henriksen samsintir.

Tiltakið varð roynt í farnu viku og við góðum úrsliti. Hetta gevur teimum áræði at halda fram við ætlanini.

Nær fyrsti túrurin verður gjørdur er ikki avgjørt enn. Men tað verður um ikki so langa tíð, skilst á lagnum.