Sangkvøld í Filadelfia, Gøtu leygarkvøldið

Leygarkvøldið 28. februar verður sangkvøld í Filadelfia í Gøtu. Jóannes S. Hansen og vinfólk hava skipað fyri nøkrum væleydnaðum sangkvøldum kring landið hesi seinastu árini.

Nú er so túrurin komin til Gøtu.

Dentur verður serliga lagdur á góðan felagssang, tó verður høvi at hoyra onkrar solistar inn ímillum, sum kvøldið líður.

Aftaná sangin verður kaffi og te og okkurt leskiligt afturvið.

Fyriskipararnir siga frá, at øll eru hjartaliga vælkomin til hesa sangløtuna, ið sum sagt byrjar kl. 19.30 leygarkvøldið komandi.