Kyndil-Stjørnan 21-28 (12-13)
Tað var sjáldan nakar ivi um, at Stjørnan var betra liðið í Havn í dag. Hóast Kyndil fylgdi væl við allan fyrra hálvleik, so hevði Stjørnan meira at geva av, og í seinna hálvleiki settu tær eisini ferð á.
Seinasta korterið skrædnaði veruliga millum liðini, og so var leyst og liðugt hjá Stjørnuni.
Stóru málskjúttarnir í dystinum vóru Jacklin Durhuus, sum skeyt 10 mál fyri Kyndil, og Simona Petersen, sum skoraði 11 ferðir fyri Neistan.









