hava verið, hava lokalfeløgini ikki verið kallað saman til fundar. Øðrvísi er, táið samráðingar hava verið, og verkfall hevur verið uppá tal. Tá eru feløgini altíð kallað til fund at viðgera støðuna, segði [...] um. Ingeborg Vinther sigur, at stjórnin í FA hevur umrøtt spurningin, men er komin til ta niðurstøðu, at tað er ikki ráðiligt at taka henda táttin upp at betala endurgjald, hvørja ferð arbeiðssteðgur er [...] Føroya Arbeiðarafelag fer ikki at betala limum sínum endurgjald fyri lønarmissin, sum limirnir høvdu, táið teir løgdu arbeiðið niður í 24 tímar tann 9. januar at mótmæla fíggjarpolitikkinum hjá landsstýrimum
Kunnu partarnir ikki tað, áðrenn freistin er úti - antin henda sum nú er galdandi, ella møguliga onnur, sum partarnir kunnu koma ásamt um - so fer Fíggingargrunnurin at liva upp til sína ábyrgd. Tað [...] Tað er júst hesi, sum eg nú havi sagt við Sosialin, sigur Knud Heinesen. Hann veit ikki, um Danske Bank gongur við til at leingja fyrningarfreistina. Spurdur, hvussu leingi Fíggingargrunnurin vil lata [...] Kemur bankamálið so langt, at samráðingarnar ikki eru byrjaðar, tá fyrningarfreistin er úti, so vil Fíggingargrunnurin stevna Den Danske Bank, sigur Knud Heinesen, formaður í grunninum. Tað er einki
KÍF hevur alt árið ligið í botninum og togast við Neistan, men seinastu úrslitini hjá KÍF hava ikki borið brá av, at liðið er í niðara enda av landskappingini. Næstseinasta vikuskifti vunnu kollfirðingar [...] var um reppið, at teir endurtóku bragdið móti H71 sunnudagin. Í hálvleikssteðginum var støðan 15-14 til KÍF, men H71 vann seinna hálvleik 18-15 og sostatt dystin 32-30. Í fyrra hálvleiki var so at siga eingin [...] frammanfyri, men ongantíð so nógv, at munurin gjørdist avgerandi stórur. Eitt skifti var støðan 9-6 til KÍF, men tað var eisini tað mesta, kollfirðingar vóru frammanfyri. Í seinna hálvleiki gekk betur hjá
FCK trýsti men Brøndby skoraði FCK-fólkini vistu øll, at teirra lið hevði ikki ráð at tapa dystin, tí so var teinurin upp til Brøndby vorðin so langur, at møguleikin fyri at vinna meistaraheitið var nærum [...] FCK-spælarar og leiðarar undan dystinum søgdu ikki mátti henda hendi: Brøndby vann dystin. Samanlagt spældi FCK betri, men tvey framúr góð mál avgjørdi dystin til fyrimun fyri Brøndby. Fyrra málið kom eftir [...] órógv á FCK-spælið, og ikki fyrr enn eftir steðgin fingu teir aftur gongd á. Trupulleikin var bara allatíðina, at Brøndby-verjan við einum stórspælandi Per Nielsen á odda var ov sterk til FCK-álopini. Royndirnar
in var stuttur vegur til sigurin. Men AB-málverjin Jan Hoffmann bjargaði skotinum hjá Lars Jakobsen. Í seinna hálvleiki legði Herfølge trýst á AB, men kontraspælið hjá AB var til tíðir gott, og serliga [...] moti málinum. Og hann visti hvat hann skuldi gera. ? Eg visti, at eg skuldi ikki royna at fara fram við Jákup, tí hann er góður til tær støðurnar, og tað tosaði eg faktisk við hann um áðrenn dystin, segði [...] men teir søplaðu tey trý stigini burtur, fyrst og fremst við at misnýta brotssparkið og síðani við ikki at fáa úrtøku burturúr, at teir allan seinna hálvleik spældu 11 móti 10. Næsta vikuskifti spælir Herfølge
Men soleiðis er ikki altíð. tað eru ikki altíð liðini ein roknar við, sum vinna. Fram hevur í ár fingið alt ov lítið burturúr teirra styrki ? støddini. Hjá Mjølni stóð eisini væl til. Eins og hjá kvinnunum [...] leikarum, sum Marjun og Vera, og ungum framtíðarspælarum. Uppgávan er loyst til fulnar, liðið gjørdist føroyameistari og nógv meir kann ikki fáast burturúr. Eisini Mjølnir hjá monnum Seinasta ár gjørdist Fram [...] sterkasta kort alt árið. Ikki hava teir spælt so nógv betri enn hini liðini, teir hava bara verið nógv meira støðugir. Hjá Fleyr vóru stórir trupulleikar. Tilgongdin hevur ikki verið serliga stór tey seinastu
Tað er ikki oftari enn so at eitt føroyskt lið kann kalla seg danmarksmeistari í flogbólti. Men tað kann eitt lið gera nú. Tað er dreingjaliðið hjá Fleyr, sum um vikuskiftið tók lut í DM-kappingini hjá [...] jassunum, sum hava stríðst og strevast fyri at sleppa avstað. Ofta er striltið hjá liðum at savna pening til tílíkar ferðir og soleiðis var eisini í hesum føri. Kostnaðarmikil ferð er tað, hóast hon bert varar [...] Dreingirnir, ella foreldur teirra, vóru noydd at leggja uml. 2.500 krónur í ferðakassan, men munnu tey ikki verða stolt og fegin í dag, at teir fóru? Tað er lítil ivi um. Dreingirnir hava givið føroyskum flogbólti
spælarin var Eydna Hermansdóttir. Hon spældi ikki serliga nógv í byrjanini á árinum, men fekk møguleikan, tá endaumfarið byrjaði. Og hon brúkti hann. Ikki er hon stór, men hon er sera effektiv í bloka [...] liðið. Í álopinum er hon til reiðar hvørja ferð og hon bindur tí ein blokaduspælara á miðjuni. Í verjuni er hon sera skjót á baklinjuni. Hon savnar nógvar bóltar upp, sum hinar ikki fáa hendur á. Tað er at [...] og her vóru tað serliga Rúna Hentze og Onnu Dalsgarð ein legði til merkis. Ein av trupulleikunum hjá Fleyr fyrr í ár var, at spælararnir ikki tordu at sláa bóltin. Ofta brúktu tær fingraslag í álopsstøðu
Fleyr fekk ikki svarað aftur. Álopsspælið steðgaði heilt einfalt upp, og Mjølnir hevði lætt spæl. Men hvat Fleyr-genturnar hava tosað um í steðginum er ikki gott at vita, tí tá støðan var 14-6 til Mjølnir [...] stigunum. Sama skil gjørdi seg galdandi í triðja setti. Mjølnir vann, men Fleyr-kvinnurnar vóru ikki bíligar til keyps! Tá nú Mjølnir var komið afturíaftur og hevði lagt seg framum, so var væntandi, at tær [...] spæla. Og mín sann um ikki alt tað sum í byrjanini av settinum var horvið, nú kom afturíaftur. Spakuliga hálaðu tær seg inn á Mjølnir, eitt stig fyri og annað eftir. Og tað var ikki sørt, at áskoðararnir
men tá komið var til støðuna 10-10 setti Mjølnir ferð á og Fleyr orkaði ikki at fylgja við. Tað vóru serliga móttøkurnar sum sviku á Fleyr-liðnum henda dagin. Gamaní vóru teir ikki fullmannaðir, men fyri [...] Og sigurin kom til høldar, bæði skjótt og væl. Eftir 57 minuttum og settúrslitunum 15-11, 15-7 og 15-10. Og so var ball í Klaksvík. Eina løtu í fyrsta settið sá annars út til, at tað kundi fara at gerast [...] heilhjartað, men so var ikki. Í øðrum settið var Mjølnir frammanfyri 7-2 áðrenn nakar Fleyr-leikari visti av. Klæmint Isaksen servaði hoppservir og tær kláraði Fleyr einki at gera við. Ikki fyrr enn Klæmint servaði