KEYPMANNAHAVN: Herfølge søplaði tað, sum skuldi verið ein tryggur sigur, burtur og mistu trý týdningarmikil stig, tá teir sunnudagin spældu móti AB á Gladsaxe Stadion.
Herfølge hevði allan dystin yvirtakið og meiri spæl. Teir høvdu fleiri kjansir, men teir vóru óneyvir í avgerandi løtunum.
Herfølge kom á odda tá okkurt um ein hálvur tími varð spældur. Jimmy Kastrup skoraði úr spískum vinkli eftir ein bólt inn um AB-verjuna. Men bert ein minutt seinni javnaði AB. Málið kom eftir trunkaspæl í brotsteiginum, har René Henriksen fekk skot á. Bólturin var á veg fram við málinum, men rakti spælara hjá Herfølge, og skifti kós. Jákup Mikkelsen stóð fullkomiliga hjálparleysur, meðan bólturin sníkti seg inn við stólpanum.
Fimm minuttir fyri hálvleikin fekk AB Jan Michaelsen útvístan eftir hevnisøku, og tá Herfølge fekk brotsspark beint fyri hálvleikssteðgin var stuttur vegur til sigurin. Men AB-málverjin Jan Hoffmann bjargaði skotinum hjá Lars Jakobsen.
Í seinna hálvleiki legði Herfølge trýst á AB, men kontraspælið hjá AB var til tíðir gott, og serliga Peter Knudsen var vandamikil.
Fyrrverandi liðfelagin hjá Jákupi Mikkelsen, Chris Hermansen, avgjørdi dystin 10 minuttir eftir steðgin. Hann varð spældur leysur av miðjuni og slapp at renna sjálvur inn moti málinum. Og hann visti hvat hann skuldi gera.
? Eg visti, at eg skuldi ikki royna at fara fram við Jákup, tí hann er góður til tær støðurnar, og tað tosaði eg faktisk við hann um áðrenn dystin, segði matchvinnarin eftir dystin. Ístaðin sendi Chris Hermansen bóltin flatt inn undir Jákup og í meskarnar.
Herfølge gjørdi eftir tað tríggjar útskiftingar og satsaði nógv, men nærri enn nær við og næstan komu spælararnir hjá Ole Mørch ongantíð.
Herfølge hevði allar møguleikar fyri at vinna dystin, men teir søplaðu tey trý stigini burtur, fyrst og fremst við at misnýta brotssparkið og síðani við ikki at fáa úrtøku burturúr, at teir allan seinna hálvleik spældu 11 móti 10. Næsta vikuskifti spælir Herfølge móti oddaliðnum Brøndby.