Flogbóltslandskappingin liðug

Flogbóltur: Landskappingin í flogbólti endaði um vikuskiftið. Mjølnir vann meistaradeildirnar hjá bæði kvinnum og monnum

So er seinasta umfar av flogbóltskappingini farið afturum, og so er tíð at gera upp.

Hjá kvinnunum gjørdist tíðliga greitt, at kappingin hesaferð skuldi standa millum Mjølnir og TB.

Fleyr, sum var meistari í fjør, hevði mist ov nógvar leikarar til at kunna gera seg galdandi í ár.

Eitt nýtt lið skal fyrst spælast saman, og tað tekur sína tíð.

TB hevur gjørt eitt ótrúliga stórt arbeiði í kvinnudeildini og tað arbeiðið hevur so sanniliga borið frukt í ár.

Og næsta ár verður enn betri. TB vann 1. deild hjá kvinnum og flytir tí upp í meistaradeildina . Tað vil so siga, at TB næsta ár hevur tvey lið í meistaradeildini. Tað er flott.

So var tað Mjølnir. Tær byrjaðu árið við tveimum liðum í meistaradeildini, men máttu sanna, at tað ikki er so lætt, sum ein heldur, at hava tvey lið.

B-liðið hjá Mjølni varð tikið úr kappingini og so vóru bert fimm lið eftir. Hini bæði vóru ÍF og Dráttur.

Tað vísti seg rættiliga skjótt, at Mjølnir var sterkasta liðið. Tær vunnu røttu dystirnar og gjørdu ikki flogbóltin torførari enn hann veruliga er.

Venjari teirra Klæmint Isaksen hevur megnað at spæla eitt gott lið saman. Ein blandingur av gomlum royndum leikarum, sum Marjun og Vera, og ungum

framtíðarspælarum. Uppgávan er loyst til fulnar, liðið gjørdist føroyameistari og nógv meir kann ikki fáast burturúr.


Eisini Mjølnir

hjá monnum

Seinasta ár gjørdist Fram Føroyameistari í flogbólti fyri fyrstu ferð, í meistaradeildini í hvussu er.

Teir hava eitt ungt lið, sum hevur spælt saman í fleiri ár.

Spælararnir eru stórir og tað skuldi havt sínar fyrimunir tá tað um flogbólt ræður.

Men soleiðis er ikki altíð. tað eru ikki altíð liðini ein roknar við, sum vinna.

Fram hevur í ár fingið alt ov lítið burturúr teirra styrki ? støddini.

Hjá Mjølni stóð eisini væl til. Eins og hjá kvinnunum var blandingurin millum teir gomlu royndu og teir yngru leikararnar, sum vísti seg at geva ávøkst.

Klæmint hevur evnað sum fáur at fáa liðið at spæla støðugt, og tað hevur

verið teirra sterkasta kort alt árið.

Ikki hava teir spælt so nógv betri enn hini liðini, teir hava bara verið nógv meira støðugir.

Hjá Fleyr vóru stórir trupulleikar. Tilgongdin hevur ikki verið serliga stór tey seinastu árini, og tað gevur at bíta nú.

Tá kappingin byrjaði, vóru seks leikarar á liðnum, og tað er júst tað sum skal til fyri at spæla ein dyst!

Síðani tá hevur ein ávís tilgongd verið, og nú kappingarárið endaði, hevur Fleyr heilar 10 leikarar tøkar, so tað boðar frá góðum til næsta ár.

Men meðalaldurin er høgur. Og tí er at vóna, at teir ungu dreingirnir sum gjørdust danmarksmeistarar í aldursbólkinum 16 ár um vikuskiftið, halda áfram og mynda liðið um nøkur ár.

ÍF hevði eins og Mjølnir í kvinnudeildini tvey lið, men munurin var, at ÍF varðveitti síni bæði lið alt árið, og tað skulu teir eiga rós fyri.

Tað er torført at manna tvey lið, og tí hevur kappingin um plássini á ÍF-liðnum ikki verið nóg hørð.

B-liðið hjá ÍF flytir í lægri deild og tá er at vóna at tað fer at síggjast eftir á 1. liðið.

Upp í meistaradeildina úr 1. deild kemur SÍ, sum hevur verið niðri og vent.

Teir flutti niður í fjør, men teir hava verið heilt suverenir í ár.

Við á liðnum er ein landsliðsleikari og sjálvandi hevur hann gjørt sítt til, at teir hava staðið seg so væl, sum teir hava.

Men aðrir eru eisini. Løgtingsmaðurin Jørgin Niclasen, hevur roynt seg sum flogbóltsleikari í nøkur ár. Tað er møguligt, at tað fylgir við flokkinum, tí stavnamaðurin plagdi vist eisini at halda seg til hesa ítrótt tann tíð tað var.

Eisini yngri kreftir eru við á liðnum, og tí verður við spenningi hugt eftir næsta kappingarári.


Landsliðini út

Nú liggur landskappingin still teir næstu seks mánaðirnar, men í millumbilinum fara landsliðini út at ferðast.

Um vikuskifti fara bæði landsliðini til Íslands, har tey skulu leika tríggjar dystir í part.

Menninir leika ein fríggjadagin, ein leygardagin og ein sunnudagin, meðan kvinnurnar leika tveir dystir leygardagin og ein sunnudagin.

Ferðalagið fer úr Føroyum fríggjamorgunin og kemur aftur mánadagin.

Seinni, í apríl, fara landsliðini bæði til Danmarkar, har tey skulu taka lut í eini páskakapping í Rødovre.

Flogbóltssambandið hevur valt ikki at luttaka í Smálandakappingini á hesum sinni, men hevur í staðin valt at gera eitt stórt arbeiði fyri at uppbyggja eitt sterkt lið til Oyggjaleikirnar og til næstu smálandakappingina. Tann kappingin verður í Írlandi um tvey ár.