teg tryggari. Sjálvandi hugsar tú um vandan sum er á hasi farleiðini, pápi mín sigldi eisini har, og har var altíð so ringt veður. Men vit vita, at tað sum er gjørt av mannahondum ikki kann gerast so trygt [...] degnum fyri sorgarleikin - í dag - karmur um eina minnisgudstænastu. Lagnan ókend Tað er ongantíð vorðið greitt, hvat hendi stóra skipinum hjá Kongliga Grønlendska Handlinum. Rendi skipið á eitt ísfjall [...] Skiparin var høgt virdi Poul L. Rasmussen, sum var ein royndur grøndslandsfari. Hvar skipið fórst er ongantíð uppklárað. Ein bjargingarkransur við navninum á skipinum varð seinni funnin við Ísland nógvar
karar er, at tit, í staðin fyri at bróta niður tað ið er bygt upp, heldur brúka orkuna at útvega fleiri dygdargóð pláss. Hvussu tað enn verður handfarið, so er tað talið av tøkum plássum, ið er trupulleikin [...] skilji væl tykkum foreldur, ið eru í dýrastu neyð, tí einki er so sárt, sum ótryggleikin, um nú barnið hjá einum hevur tað gott og trygt, meðan man er til arbeiðis, um man yvirhøvur sleppur aftur til arbeiðis [...] dagligdegi ikki kunnu vera fyriuttan. At man ikki skal taka hædd fyri kyn og aldur, er eisini eitt tekin um at neyðin er stór. Um stovnarnir/dagrøktarmammurnar bert skulu hava eitt ára gomul børn, verður
Sjónleikarhúsið er ikki manntómt í hesum døgum. Ikki færri enn 28 leikarar eru við í leikinuum, sum tey venja í løtuni. Laura Joensen er leikstjóri og 6. februar fæst at síggja, hvat tey hava fingið burturúr [...] Pallarbeiðið er nærum liðugt og seymikonan leggur seinastu hond á búnarnar. Barbara í Gongini hevur ábyrgd av palli og búnum og er hetta hennara fyrsta uppgáva av slíkum slag. Likurin er tann kendasti [...] áskoðan kemur til sjóndar, men øll kunnu kenna seg aftur. Setir treytir Leikgongdin er í stuttum, at býurin Güllen er farin á húsagang, men sær eina bjarging fyri framman, tá Claire Zachanassian kemur til
millum Danmark og Føroya, er farin til verka. Fleiri fundir hava verið í nevndini, og í vikuni hevði hon vitjan av serførðingi í Íslandi. ? Eg kann ikki siga tykkum, hvat er rættast at gera í Føroyum, [...] lýðveldi. ? Um viðurskiftini við forsetaembætium er fyribils skipan ella samsvarar frælsum stýrislagi, er fyri sovítt ikki mest týðandi í hesum máli.Tað er meira spurningur um, hvørt forsetaembætið skal [...] Líndal, professari við Universitetið í Íslandi, sum er komin hendavegin at greiða frá íslendsku viðurskiftunum, tá Ísland loysti frá Danmark. Hann er útbúgvin cand. mag. í søgu og løgfrøðingur, við høvuðsfaki
umboðað, er rætt og rímiligt. - Men tað er ikki neyðugt, at næstan helvtin av nevndini er løgfrøðingar o.a. serfrøðingar. Teirra fakliga serfrøði kann veitast nevndini sum ráðgeving, tá tørvur er á tí. Flokkurin [...] álitinum. Rangvørg mannagongd Flokkurin sigur, at tað er skeiv mannagongd, at gera eina grundlóg fyri eitt føroyskt fullveldi longu nú, áðrenn Føroya fólk er eftirspurt, um vit skulu hava nakað fullveldi. - [...] Hetta grundgevur flokkurin við, at arbeiðið við at gera eina føroyska rættarskipan er eitt risastórt arbeiði, sum er alt ov rúgvismikið, tíðar- og orkukrevjandi, til at tað kann skoytast upp í endan á
Mælt varð til, at samskipanin varð framd 1. Januar 1993. Hvat er komið burturúr hesum vælaverkum er torført at fáa eyga á. Hjálpartólaøkið er enn sera fløkt, og til at loysa høvuðsfløkjuna varð 1. Desember [...] hjálpartólatænastan ikki er nóg góð. Og næst eftir brúkaran eru starvsfólkini á Hjálpartólamiðstøðini (HTM) tey, sum best merkja sviðan og mest eru hørm um, at støðan er sum hon er. Mong eru tey, ið hava [...] sjálva tænastuna frá viðskiftafólki. Ongin hjálp er heldur fingin til raðfesting, soleiðis at samsvar er ímillum tænastuna og orkuna at útinna hana. Tað er nærum ikki mark fyri útboðnum av hjálpartólum og
at hann als ikki er amatør (kann tað sigast betur?). Og ein blaðmaður á Dagblaðnum, sum helst hevur tað lítla koyrikortið, er blivin chefideologur fyri samgonguna, bara tí at hann er stórframleiðari av [...] s glæde? altíð er tann besta.) Grundin fyri uppsøgnini var eingin, uttan okkurt um at starvið var spart burtur ? fordampað ? av rationaliserings- og sparingarorsøkum. Um sparingarnar er at siga, at tær [...] umframt hvat ein møgulig tænastumannasak kann føra til -. Ratio betýðir fornuft, og her man vera uppaftur minni at koma eftir, soleiðis at koyra ein av okkara bestu tænastumonnum frá, sum bæði er dugnaligur
avgerðin fall. Óvand støða Einki kom fram á fundinum um, hví sitandi næstformaðurin, sum er tann einasti, ið er eftir frá tíðini, tá FSF varð sett á stovn fyri 20 árum síðani, og sum eisini var í síðstu [...] at siga nakað um, hvat teir ætlaðu at brúka sessin beint undir tí hjá Torleifi Sigurðsson til. Støðan við kapping um ein nevndarsess hevur ikki verið í fleiri ár, og spurningurin er, um tað ikki hevði [...] mong ár, og eg vildi ikki taka dagar millum teir báðar. Í prinsippinum haldi eg tað vera sunt, at tað er møguleiki at velja, og nú valið tørnaði soleiðis út, sum tað gjørdi, so fari eg at ynskja Børga tillukku
greitt, at politikkur er og eigur at vera meira enn bert dagurin í dag. Ein týðandi partur av tí politiska arbeiðinum er at seta út í kortið og tilrættaleggja framtíðina. Tað er at leggja lunnar undir [...] ættarliðnum til góða. Tí er so avgerandi, at vit eisini hyggja eftir, hvat tænir okkum uppá longri sikt, heldur enn bert til dagin í morgin. OG her koma uttanlandsmálini inn í myndina. Hvat vilja vit við við [...] at hann er eitt sindur bangin fyri, at tingmenn hava ikki neyðugu ballastina og innlitið til at kunna umrøða tey ymsu uttanlandsmálini. Hetta er ikki sagt í niðursetandi týdningi, men tað er meira ein
smidliga og á ein so greiðan hátt sum gjørligt. Tað er m.a. í hesum sambandi, at ein uttanlandsdeild er vorðin skipað á løgmansskrivstovuni. Í Føroyum er tað løgmaður, sum situr fyri uttanlandsmálum og sum [...] tað er ein so stórur biti uppá ein gang, at tað er nakað, sum vit mugu gera eina avtalu um, hvussu vit skipa tað frameftir saman við dønum. Løgmaður ber eitt sindur av ótta fyri, hvussu tingið er fyri [...] Í dag fer løgtingið undir aðalorskifti um uttanríkispolitikk Føroya. Hetta er triðju ferð, at orðaskifti er á tingi um leiklut Føroya á tí uttanlandspolitiska økinum. Í hesum sambandi hevur løgmaður longu