Henning Jacobsen aftur í starvið

? spurningur um rættferð ella órættvísi

Tann 18. december var ein dagur, sum aðrir, og hevði sínar gleðir og sorgir og síni fingramerki. Eitt nú fylti Ingálvur av Reyni henda dag-in. Okkara størsta talent sum teknari, málari og sangari. Umframt at vera eitt edeligt menniskja, sum tú altíð ert glaður fyri at hitta ? eins og Eivind Wilhelm, gamli bispur ? og sum tú hvørja ferð fert ríkari frá.

Hesin 18. desember varð ein lagnudagur fyri Henning Jacobsen og LV ? stovnin. Henning bleiv boðsendur til fundar í Tinganesi. Sum leikur fór og samrøðan leið, segði landsstýrismaðurin: Tú ert uppsagdur og fært uppsagnarskrivið skjótast til ber.

Teir í vinnumálastýrinum høvdu roynt at skriva uppsøgnina, men dugdu onkusvegna ikki, og høvdu eyðsæð brúk fyri hjálp frá øðrum, og tí kom skemdarskrivið ikki fyrr enn eftir gleðihátíðina. (So Søren Kierkegaard, sig ikki at ?forventningens glæde? altíð er tann besta.)

Grundin fyri uppsøgnini var eingin, uttan okkurt um at starvið var spart burtur ? fordampað ? av rationaliserings- og sparingarorsøkum. Um sparingarnar er at siga, at tær eru ringar at fáa eygað á, tí Henning fær fulla løn fyri einki at gera í fleiri ár, umframt hvat ein møgulig tænastumannasak kann føra til -.

Ratio betýðir fornuft, og her man vera uppaftur minni at koma eftir, soleiðis at koyra ein av okkara bestu tænastumonnum frá, sum bæði er dugnaligur og dugir sítt fak. Hetta kann ikki vera í slekt við nakra fornuft. Tað skilja øll. Uttan kanska tann kaldi ófrættarámur, sum kemur úr Tinganesi í hesum døgum.


Ófrættan

Tað brýtur nú í bæði borð í løtuni. Samgongan, sum sá ljósið, er tíanverri týðiliga viknað. Fólkaflokshøvdingarnir ? hóast greitt ávaraðir ? sáaðu vind og heysta nú storm og fráfall. Ein yvirbókhaldari á Strandferðsluni skrivar í einum amatørkendum lesarabrævi, at hann als ikki er amatør (kann tað sigast betur?). Og ein blaðmaður á Dagblaðnum, sum helst hevur tað lítla koyrikortið, er blivin chefideologur fyri samgonguna, bara tí at hann er stórframleiðari av godfather-farvibíløtum og dugir at strúka einum ávísum riddara við hárinum (!).

Og tá ið so fólk um dagarnar ringja úr hinum norðurlondunum og spyrja um tað er satt, tað tey frætta um herferðina móti LV og Henningi, sum tey kenna og virða, tá kennist skommin sum búldur oman á sár!

Mong sjálvsstýrissinnað fólk hava nú um dagarnar steðgað mær á og sagt: er hetta tað, sum vit kunnu vænta okkum í einum komandi fullveldi, so atkvøði eg nei! (men tað er kanska júst ætlanin hjá onkrum í samgonguni?.)


Órættvísin

Allar tjóðir og lond hava sínar hátíðarstundir og sínar skammblettir. Frakland hevur sína Dreyfus-gølu.

Alfred Dreyfus (1859-1935), ( fu úttalast fy, og tað er nokk tann mildasta meðalvarping tú finnur, tá ið talan er um Tinganes í hesum døgum), hann var heryvirmaður og jødi, sum bleiv órættvíst útspiltur og koyrdur frá, og endaði í fleiri ár á Cayenne, fronsku djevlaoynni. Men samvitska fólksins ? henda gudgivna innvortis afturundirgerð sinnisins ? tók onkusvegna at mala. Émile Zola skrivaði sítt kenda opna bræv til forsetan :? J?accus? ? Eg ákæri!, og onnur tóku undir við mótmælinum.

Fyri at gera stutt av. Fólkaviljin gjørdi vart við seg. Útspillingin bleiv avdúkað og fekk sína uppibornu løn. Dreyfus bleiv reinsaður, og hóast niðurundirkomin av viðferðini, livdi hann mong ár eftir tað.

Ja, ja, eg veit væl at Hoyvíkshólmur og Nólsoyggin ikki eru nakrar djevlaoyggjar sum so, at hyggja yvir á. Men soleiðis órættvíst at verða ærumeiddur og gjørdur virkisleysur á besta aldri, tað man níva dygt eins og vælmeint samkensla frá øðrum fólki saktans kann svíða enn verri, enn tann kalda foraktin frá teim skaðafróu. Og teimum sleppur ein so ikki undan.


Nú, hinir gomlu -

Ætlanin við greinini var upprunaliga, at spyrja okkara embætisfólk og stovnsleiðarar, sum finnast á blaðsíðu 124 og 125 í álmanakkanum hjá H. N. Ja-cobsens bókahandli, hesi einfaldu orð:

?Kunnu tit liva við og virka undir, at onkur hissini landsstýrismaður í morgin sum ein annan dag tveitir tykkum til hús, og at starvið er burturbeint. Vekk. Fordampað?! Ja, hava tit forstaðið spurningin : ?Til hús. Einki at takka fyri-. Farvæl?. ÚT!

Landsbókavørðurin hevur við vælvaldum orðum meldað út. Og tað var gott. Eingin tjóð, sum bara hellir til tað um lond so hávirda skandinaviska demokratiið, kann liva við at tílík ótrygg viðurskifti valda, og kanska at beinleiðis ræðsla ræður í ábyrgdarstørvum landsins.

Jú ? ?hóast vit bæði eru fáir og smáir, so kunnu vit tó roynast háir?- , sum eitt av skaldum okkara tekur til.


Mikkjal Helmsdal

og Johan Djurhuus

vóru kempurnar í føroyskari landsumsiting í 40 ár (líka leingi sum Dávid var kongur í Ísrael).

Tá ið Johan so legði frá sær fyri 11 árum síðani spratt úr fótafari hansara eini 5-6 kongaríki, sum øll vóru viðgjørd við vakstrarhormonum. Mikkjal fór stutt eftir, og fyri hann kom (bara) Henning Jacobsen.

Tíðirnar vóru ótryggar, so Henning gjørdi skjótt av. Vant róðrið í borðið og trý rep í seglið. Isað varð niður meistarliga, til skútan kom inn á kyrrari vatn. Tó soleiðis, at bæði landsvegir og brýr eru brúkilig enn, og enntá verður bøtt um sjónskastu blóðblettirnar á kervinum, eitt nú Undir Valaknúkum og á Gøtueiði.


Eitt valdramanna lið

kemur hvønn morgun úr Norðoyggjum fyri dag á veg til høvuðsstaðin. Anfinn av Viðareiði og Heini á Gili úr Kunoy. Úr Klaksvík koma Karstin, Eyðun, Jógvan og Vilhelm. Ein av Gørð-um, annar av Biskupsstøð og onkur av Oljufjallinum. Og Rúna ? ein rósa blant tornir ? er ikki aftast í køini við kós móti Prytaneion.

Tey koyra trygt eftir høvuðsvegnum, tí á hálvari nátt hava menn frá LV verið úti og kannað hálku og kava. Og tá ið hetta tignarliga liðið fer í heita bilin, eru vegirnir sum eitt hølvað bretti. (Um tey kenna seg líka viss í, hvat Strandferðslan hevur í kvittanini frá degi til dags, kunnu tey sjálvi siga frá).

Tey omanfyri nevndu kongaríkini eftir Jóhan Djurhuus nørast væl á nátt. Svølpast upp sum kviðin súgv í niðu, og uttan at nakað annað hendir enn, at onkur forkølaður og sinnisrørdur fyrispurningur (bestiltur ella avtalaður?) kemur frá onkrum fólkafloksmanni á tingi, um hvussu almennu størvini fjølgast. At gera nakað meira við málið enn tað, er hvørki hugur ella orka til.

Og Henning fekk sekkin, ístaðin fyri at fáa tann fyrsta føroyska riddarakrossin, meðan hinir vakstrarfúsu valdsharrarnir dusa sær tryggir í maktarinnar søtu sælu.


Tíðin rennur -

Bertel Dahlgaard (1887-1972) fólkatingslimur í 41 ár og ráðharri í fleiri stjórnum, sigur einastaðni: í ?Politisk testamente?: ?Kun få politikere sætter sig dybere spor ind i fremtiden. Politikere er nuets børn. Vandene lukker sig hurtigt efter dem. En politiker skal være tilfreds, hvis han i det åremål, der er beskåret ham, har bidraget en kende til større retfærdighed i det menneskelige samliv?.

Og satt er tað. Ótrúðligt, sum eitt nú okkara løgmenn og landsstýrismenn eru skjótt úti av áhugaleikpalli landsins, og eingin spyr eftir teimum meir. Tú sært teir í býnum ella í handlum fylla sína kurv, sum vit onnur, við vørum: mjólk, livurpostei, osti og dósamati. Betala og fara so legghallir, við plastikkposanum í aðrari hondini og einum franskbreyði undir hinari, út í bilin. Og eingin hvørki hyggur ella heilsar, ella spyr um hvat teir halda um hatta ella hitt. Burturi eru allir tráspyrjararnir, allir naggararnir og allir maktelskararnir, -dyrkararnir og -eltararnir í lívsins og dagsins streymi av líkasælu - -!


Náttin kemur -

Tí er tað rætt at bøta um feilir og føll, meðan tíð er, harri løgmaður. Og vera ein maður, sum verður minstur sum tann, sum framdi rættferð og ikki órættvísi móti teim, sum framdu valaverk, Føroya fólki og tjóð at gagni.

Hava tit skilt boðskapin? Tað var bæði lágt og ónt at behandla Henning Jacobsen soleiðis, og bøtast kann bara um hesa blóðskeivu viðgerð við at biðja um umbering, og so seta hann aftur í starv-ið!

Arnstein Niclasen

27.01.99