positivir í teirraa meririlutaáliti til sjálva pensjonslógina í vár. Tá søgdu teir: ?Lyklaorðini til hesa nýggju pensjónslóggávu er einfald- og nútímansgerð, umframt tillaging til føroysk viðurskifti.? Hetta halda [...] eisini um, at samgongumeirilutin hevur gjørt hetta málið til eitt stríð millum andstøðu og samgongu ? til eitt óverdugt klandursmál. Helena komin alt ov seint við málinum Finnur Helmsdal stendur fast við [...] skeivleikarnar og óhepnu avleiðingar av lógini. ? Vit hava ávarað teir ferð eftir ferð. Vit ráddu teimum til ikki at fuska uppskotið ígjøgnum, men at taka okkum alla ta tíð, sum kravdist, fyri at geva uppskotinum
illa slepst til hvalin fyri marbakkanum, og so liggur hvalurin óvanliga langt »heima« á Sandinum, sum sagt verður í bygdini. Skiparin á »Gormi«, Julian Martin Juul, sigur, at frá marbakkanum til hvalin eru [...] eftir, at veður verður at fáa endan á hvalin og toga hann langt út aftur á hav, haðani hann helst er komin. Ein skúlaflokkur í Sørvági hevur verið og mált hvalin, og sambært hesum er hann 15,60 metrar langur
frá sær til eftir jólastákið og halguna annars. Grunnurin valdi tí at útseta innlatingartíðina til eftir ársskiftið. Nú verður so aftur farið undir at raðfesta tey svar, sum higartil eru komin. Grunnruin [...] Húsalánsgrunnurin sendi fyrst í desember mánaði í fjør út spurnabløð um alt landið til fólk 55 ár og eldri, fyri at kanna tørvin á einum framtíðar ynskiligum bústaðarmynstri, undir heitinum eldrabústaðir [...] afturat, at møguleiki enn er at svara hesa vikuna afturat, og verður innlatingarfreistin sostatt sett til 10. januar.
verða sendir til Danmarkar. ? Kostnaðurin fyri at senda sjúklingar til Danmarkar er ein játtan heilt fyri seg. Men flyta vit funktiónirnar til Danmarkar, flyta vit samstundis arbeiðsplássini til Danmarkar [...] Landsjúkrahúsinum og fyrrenn tá, ber ikki til at siga nágreiniliga, hvussu støðan verður. Pengar fylgja ikki við Yvirlæknin sigur í kreppuárunum varð farið yvir til eitt slag av stýring á Landssjúkrahúsinum [...] fjør fekk Landssjúkrahúsið um 220 milliónir til raksturin. ? Í ár er játtanin 232 milliónir. Men tær 12 milliónirnar, sum eru komnar afturat, eru ikki nóg mikið til lønarhækkingina, sum starvsfólkið fekk í
avrokningar koma aftaná. Somuleiðis skal havast í huga, at teir nevndu manspartarnar eru sjálvandi bara til teir fiskimenn, sum hava verið við hvønn einasta túr, og tað hava verri enn so allir. Nim klárt best [...] minstuløn og dagstudningur er taldur uppí. Men teir hava eisini drivið tað hart á Nim, tí hon hevur verið til fiskiskap í heilar 313 dagar í fjør, og tað er meiri enn nakað annað, føroyskt fiskiskip í fjør. Ikki [...] fiskiskap í einar 14 dagar við einum mansparti uppá 14.168 krónur. Somuleiðis var Vesturtúgva ikki til fiskiskap í meiri enn eina slaka viku við einum mansparti uppá gott 6.000 krónur. Hesi bæði skipini
fastsett leikbannið til 4 dystir. Skipanin við reyðum kortum er annars broytt í ár, soleiðis at reytt kort beinan vegin gevur leikbann í fyrst komandi dysti, og var Allan sostatt leikbannaður til dystin mikukvøldið [...] Orsøkin til leikbannið er reyða kortið, sum Allan fekk í seinasta dystinum hjá H71 í grundspælinum, tá H71 vitjaði inni í Runavíkini. Atburðurin, sum Allan sýndi á vøllinum í hesum dysti, og kanska serliga [...] tríggjar dystir afturat uttan at gera nýtslu av sterka klaksvíkinginum. Fyrimyndir Ofta verður tikið til, at teir leikarar, sum á ein ella annan hátt skara framúr í ítróttarhøpi, eru størstu fyrimyndirnar
siga teir farvæl til foreldrini hjá sær, áðrenn teir fara avstað til skúlan fyri at gera álvara av teirra ætlan. - Mær hevur ongantíð dámt lívið, og tit skulu bara vita, at eg eri á veg til eitt betri stað [...] kjaftin av?, og ein annar skal ?skalperast?, sum teir taka til. Á einum bandi reksa teir báðir nøvnini upp á teimum gentunum, sum hava sagt nei til at fara í býin við teimum. Eric Harris gremur seg um, at [...] niðurskjóting av tilvildarligum ungfólki. Tann dag í dag ekkóa skotini í Littleton. Avvarandi eru ikki komin fyri seg enn, og amerikanska samveldisløgreglan ger framvegis kanningar í býnum. Og beint undan jólum
besti sangurin farnu øldina. Til endans ein stórur sigur fyri tónleikaran og sangskrivaran, sum bæði áðrenn og aftaná fløguna hjá Føstufressum, hevur gjørt vart við. Flýggjaðu til tónleikin Tað var í 1989 [...] høvdu hug til. Og tað gjørdu teir sanniliga. Venjingin hevði við sær, at í september mánaði var greitt at fara undir upptøkurnar í LT-studio í Havn. ? Tá vit fóru í studio, høvdu vit vant og lagt til rættis [...] Norðurlandahúsinum, har nógv var gjørt burtur ? bæði til oyru og eygu. ? Hesar konsertir høvdu helst við sær, at sølan gekk illa í longri tíð. Fólk komu til konsertina uttan at kenna tónleikin, og tað upplivilsið
staðið, komið verður til, tá siglt verður úr Spania til Nýggja Heimin. Og tað var á hesi oynni, at Columbus hin 28. oktober 1492 setti fótin á land í teirri trúgv, at hann var komin til Asia. Hann nevndi [...] grundgevingarnar fyri, hví tjóðin er komin soleiðis fyri. Men tað ber ikki til um allar ævir at geva amerikanarum og teirra handilsforðing skuldina, hóast tað er ein stór orsøk til verandi støðu. Skuldin má eisini [...] lesnaður Tað var ein løta at ferðast úr Danmark til Cuba. Flogið varð um London, har bíðað var í heilar átta tímar, til farið varð víðari. Og flogferðin úr London til Havana tók níggju tímar, so alt í alt varð
mánað finnur fram til 10 tey bíligastu »telefonlondini« í Europa Hægst loyvdu prísir Vert er tó at leggja til merkis, at teir prísir, sum Føroya Tele og Fjarskiftiseftirlitið eru komin ásamt um, eru hægst [...] ar, tá hetta verður mett at vera fíggjarliga forsvarligt, soleiðis at brúkararnir fingu tænastuni til best møguligan prís. Lækka prísin og økja um søluna Nýggja prísásetingin er úrslit av teimum samráðingum [...] Róin greiddi eisini á tíðindafundinum frá, at verður talan um eina óbroytta nýtslu í 2000, sæð í mun til undanfarna ár, fara príslækkingarnar at merkja, at inntøkurnar hjá Føroya Tele fara at lækka við einum