Edvard Joensen
Tann, sum við opnum sinni og eygum ferðast á Cuba, sær skjótt, at fólkið hevur tað ikki gott, hóast roynt verður frá almennari síðu at vísa eina aðra mynd.
Hóast lítið annað enn tað, stjórnin hevur viljað, hevur verið at frætt av Cuba seinastu 40 árini, hevur umheimurin havt varhugan av, at ikki alt var so ljósareytt, sum ávísar ferðafrásagnir hava viljað verið við.
Húsini eru órøkt, fólk bidda frá hond, og hentleikar, vit í okkara parti av heiminum eru von við, eru at kalla ikki at finna. Eitt so sjálvsagt ting sum sápa er rationerað, og fólk fáa ikki vaskað sær virðiliga.
Kortini eru fólk lættsint og stuttleika sær, hóast hesar, fyri ferðamannin óskiljandi, trupuleikar. Fólk syngja og dansa, sum vóru tey dagliga í Paradísi. Tey eru blíð, vilja tosa og fegin frætta, hvussu vorðið er har, fremmandamaðurin býr.
Men samrøðan endar næstan uttan udantak við spurninginum: »Do you have a dollar, Sir??
Ein støða, ið summi bara tykjast hava vant seg við, meðan onnur eru meira foy og umbera, at tú hevur ferðast so langan veg og hittir eina heila tjóð av biddarum.
Og ymiskar eru grundgevingarnar fyri, hví tjóðin er komin soleiðis fyri. Men tað ber ikki til um allar ævir at geva amerikanarum og teirra handilsforðing skuldina, hóast tað er ein stór orsøk til verandi støðu. Skuldin má eisini finnast innanhýsis í cubansku leiðsluni.
Ymiskur lesnaður
Tað var ein løta at ferðast úr Danmark til Cuba. Flogið varð um London, har bíðað var í heilar átta tímar, til farið varð víðari. Og flogferðin úr London til Havana tók níggju tímar, so alt í alt varð ferðast í 22 tímar, frá tí farið varð heiman í Århus.
Ymiskt er, hvussu tíðin verður nýtt, tá ferðast verður so leingi. Onkur svevur, onkur hyggur at filmi, meðan onnur lesa.
Og ymiskt er eisini, hvør lesnaðurin er, sum fæst í teimum ymsu flogførunum. Í Mærsk flogfarinum millum Billund og London var grein í tíðarritinum Mellembys, har ábyrgdarblaðstjóri Dimmalættingar í samrøðu við slaktaran í Miklagarði greiddi frá, hvussu væl teir new zeelendsku búffarnir, sum Miklagarður selur, smakka. Og nógv varð gjørt burturúr, hvussu væl flutningurin var avgreiddur úr New Zeelandi til Føroya og víðari av aftur landinum sum matpakki til flogferðafók. Alt við Mærsk sjálvandi.
Øðrvísi flog var yvir blaðnum í Cubana flogfarinum úr London til Havana. Har varð skrivað um sjáldsamar hendingar og ókend flogfør yvir Bermudatrýhyrninginum. Júst hesum øki, vit um nakrar tímar skuldu flúgva ígjøgnum.
Havi lisið ein hóp um hetta fyribrigdið, Bermudatrýhyrningin. Veit satt at siga ikki, hvat eg skal halda um hesar frásagnirnar. Sannar eru tær sjálvandi í ávísan mun, tí skip, flogfør og fólk eru horvin á gátuføran hátt. Men einki er ávíst um, hvussu hetta er hent.
So vísti skíggin á skottinum fyri framman, at nú var flogfar okkara yvir Bahama oyggjunum. Mitt í hesum gátuføra økinum. So nú var at forvitnast, hvussu út sá fyri uttan, hóast myrkt var.
Tað var hugtakandi at sita har við vindeygað í meira enn 10 kilometra hædd og síggja niður yvir hesar smáu ljósoyggjarnar, sum lógu stroyddar sum ein lýsandi perluketa undir okkum.
Og har úti, nakrar fjórðingar úti í Bermudatrýhyrninginum, sást skyggjandi eldur, sum í stoytum lýsti upp stór øki. Tað var toran, sum gekk. Og hon sá ørðvísi út enn vanligt, hiðani úr erva. Hon líktist veruliga eldi.
Nógvar hjálpandi hendur
So stóð eg knappliga har. Púra einsamallur í einum landi, eg ikki hevði vitjað fyrr. Einum av seinastu kommunistisku londunum í heiminum. Við einum grønum, føroyskum passi, sum eg var ávarðaður í móti at fara við, tí tey kendu tað helst ikki, og so fekk eg bara trupulleikar.
Hevði satt at siga eisini ætlað at fáa mær tað reyðrótalitaða ES passið, sum eg, sum borgari í danskari kommunu, havi rætt til. Men avgjørdi kortini at fara við mínum rætta passi.
Og har var ongin trupulleiki yvirhøvur. Var eitt sindur spentur, hvussu fór at verða við øllum hesum grønklæddu, sum gingu her. Eg hevði fulla fototasku av filmum og kassettubondum. Hvussu mundi tað fara at ganga?
Men alt gekk upp á stás. Varð vegleiddur og vístur ávegis allan vegin gjøgnum passeftirlit, fram at flutningsbandinum, har kuffertið kom og út gjøgnum tollin.
Fyri uttan var nógv fólk, og áðrenn meg vardi, var alt viðførið bara tikið av mær. Ein sera blíður maður beyð sær til at hjálpa mær at fáa tað í bussin og fór við øllum vogninum, sum hann var, hóast eg væl hevði klárað tað sjálvur.
Eg stóð fyrst sum Kánus, men helt so aftaná. Hann skuldi so ikki nakran veg, uttan at eg visti, hvar hann endaði. Jú, alt kom væl og virðiliga í bussin, og maðurin varð standandi og gánaði at mær.
Eg gløddi bara afturímóti, væl vitandi um, at hann vildi hava pengar fyri flutningin. Men illanstíð. Hann hevði púra óbiðin tikið ferðagóðsi av mær og meira at kalla skakkað meg. Eg var gírigur og lat hann bara standa.
Fór so inn í bussin, har tað var rættiliga væl svalligari, enn uttanfyri, har hitin lá um 25 stig, hóast klokkan var tíggju á kvøldi.
Og komin á hotellið sannaði eg beinanvegin, at hugburðurin har og hjá okkum, kann ikki samanberast.
Eg kendi longu við innskrivingina, at var nakað, ein skuldi hava í ríkiligt mát av, so var tað tol. Guð forbarmi seg. Starvsfólkið var so ikki lært at vera til fyri gestirnar. Mær rann í huga ávísan hotelstjóra, eg plagi at práta við í Havn soleiðis av og á. Hann hevði havt blakað alla rulluna til hús eftir einum degi.
Andi av søgu og lorti
Havana er býur, sum kendur er úr miðaldarsøguni. Her var stór umskipingarhavn, tá spaniólar rændu upp á tað mesta í Meðico og Suðuramerika.
Cuba liggur soleiðis fyri, at hon er eitt tað fyrsta staðið, komið verður til, tá siglt verður úr Spania til Nýggja Heimin. Og tað var á hesi oynni, at Columbus hin 28. oktober 1492 setti fótin á land í teirri trúgv, at hann var komin til Asia. Hann nevndi oynna »Juana«, men var rættiliga vísur í, at talan var um Chipango - Japan.
Men her fór hann eisini skeivur. Oyggin var av teimum innføddu nevnd Cuba. Ivaleyst, siga summir søgumenn, eftir stóru, indiansku búsetingini Cubanacán, sum var á oynni, tá europerarar komu.
Men aðrir vilja vera við, at tað ikki vóru teir innføddu, men spaniólarnir, sum góvu oynni hetta navnið. Teir siga, at tað kemur av spanska orðinum fyri heyggjar, »cubas«.
Men hvussu er og ikki, so er tað søga, ið møtir ferðamanninum, sum fer eina fyrireikaða rundferð í Havana. Farið verður, sum vanligt er á slíkum ferðum, til tey útvaldu støðini, har alt er gjørt til reiðar at taka ímóti gestunum.
Og tað er eisini rættiliga spennandi. Tú vitjar gitin støð sum Malecón, Plaza de Armas, Plaza de la Catedral, Plaza de la Revolución og risastóra kirkjugarðin Cementerio de Colón, har eini 800.000 fólk liggja grivin.
Alt samalt hugtakandi og væl hildið. Men tú saknar líkasum at síggja, hvussu vanlig fólk hava tað í býnum. Tí ikki slepst undan, tá koyrt verður runt at lagt verður merki til at húsini hava tað ikki ov gott. Illa farin av órøkt, má ein beinleiðis halda.
Og so er, vísir tað seg eisini, tá ein einsamallur fer á kanningarferð í Havana. Alt er merkt av, at eingin røkt hevur verið síðan kollveltingina at kalla.
Húsini eru illa farin. Pussið dettur niður, og berir músteinar standa og gálvað at tær. Vegirnir eru illa hildnir, og ein skal ansa sær ikki at detta í eitthvørt hol, sum bara liggur opið. Ferðaleiðarin ávarar í móti at ganga í trongu gørunum við ongum gøtuljósum, eftir at myrkt er vorðið. Ikki tí at vandi er fyri álopi, men meira fyri at hvørva í eitthvørt hol í vegnum og fáa skaða. Sagt verður, at umleið 300 hús detta niður í Havana árliga. Bara soleiðis av sær sjálvum.
Kloakkskipanin virkar ikki allastaðni heldur, og ikki er sjáldsamt, at alt bara rennur út á gøtuna gjøgnum okkurt hol í vegginum. Tað sær ikki væl út, og luktar eisini hareftir.
Heldur ikki er líkt til, at ruskinnsavningin virkar, sum hon er ætlað. Stóru ruskbingjurnar standa rokaðar á gøtuni. Summar liggja koppaðar og lorturin flýtur so bara rundan um tær. Og tað kann einhvør ímynda sær, hvussu hetta luktar í 30 hitastigum.
Seinasta kommunisman
Cuba verður í dag í veruleikanum stýrt sum eitt einaveldi, sum landið hevur verið tað líka síðan Culumbusar dagar. Hóast núverandi leiðararin og hansara menn siga nakað annað.
Spaniólar ráddu yvir landinum til amerikanarar í veruleikanum tóku við í 1902. Teir settu bara cubanskar skutilsveinar at stýra fyri seg, og so æt tað alment, at Cuba var sjálvstøðug tjóð. Tann seinasti av tí slagnum var Fulgencio Batista, sum við eitt hernaðarkvett í 1933 tiltuskaði sær valdið. Hann varð alla tíðina stuðlaður av USA.
Í 1953 byrjaði uppreisturin móti honum. Tað var ein ungur juristur, nevndur Fidel Castro, sum stóð á odda. Hann royndi í fleiri umførum at fáa Batista frá, men tað eydnaðist ikki fyrr enn í 1959. Tá hevði Castro bæði verið fongslaður og útlagin.
Og so helt hann bara stásið viðlíka. Tann, sum hevur aðra áskoðan enn hann, verður sagdur at vera landinum fíggindaliga sinnaður, og úrslitið av tí kennir allur heimurin.
Men tað var í grundini USA, sum gjørdi Castro til kommunist. Fyrstu árini hevði hann meira hug at halla seg at teimum europeisku javnaðarflokkunum. Men tað dámdi heldur ikki teimum superkonservativu amerikanarunum, sum mist høvdu síni rættindi á Cuba eftir kollveltingina. Serliga vóru tað tey stóru hotellini og spælistøðini hjá mafiuni, sum cubarnar fóru við. Men eisini frítíðarstøðini og bilarnir hjá teimum ríku amerikanarunum, sum plagdu at hugna sær á Cuba í frítíðini.
Alt hetta vildu amerikumenn hava aftur, og fingu tí nakrar útlagnar cubanar at royna eina innrás á Cuba.
Royndin varð gjørd í Svínavíkini í 1961, men miseydnaðist. Eftir tað boðai Fidel Castro frá, at nú var hann kommunistur.
Og Sovjetsamveldið tók við opnum ørmum í móti einum sameindum mitt í amerikanska hjartanum.
Síðan hevur USA roynt at noytt Fidel Castro frá valdinum. Bæði við handilsforðingum og beinleiðis morðroyndum.
Skjøl hjá amerikanska uttanríkisráðnum, sum vórðu almannakunngjørd í 1997, vísa, at CIA í 60' unum beyð 150.000 dollarar til tann, sum kláraði at drepa Fidel Castro. Mafian svaraði aftur, at teir vildu fegnir gera tað ókeypis.
Men enn hevur tó eingin klárað tað, og Fidel Castro reypar av, at hann higartil hevur yvirlivað ikki færri 20 morðroyndir og átta amerikanskar forsetar. Clinton er tann níggjundi.
Summar av royndunum at taka Castro av døgum verða sagdar at hava verið í rættiligum James Bond stíli. Ein sprongiløðing varð løgd i eina sigar, sum Fidel fekk. Sigarin brast, men maðurin sortnaði bara eitt sindur frammí, og skeggið var eitt nakað sviðið.
Tann hátturin verður ikki brúktur aftur, tí seinni hevir Fidel lagt av at roykja. Av heilsuávum, verður sagt.
Chefurin
Fidel Castro er føddur í 1927. Pápin var ein ríkur góðseigari, sum var fluttur til Cuba úr Spania. Fidel las jura við universitetið í Havana.
Fidel leiddi vápnaða uppreisturin móti Batista í 50-unum. Ein teirra, sum alla tíðina stóð honum við lið, var bróður hansara Raul. Hesin verður í dag av og á nevndur sum møguligur arvtakari, um Fidel doyr.
Teir vóru báðir teirra millum, sum komu úr útlegd til Cuba at byrja kollveltingina. Teir vóru 81 mans við gitna bátinum Granma, sum í dag stendur á Kollveltingarsavninum, Museo de la Revolución, í Havana. Tað hevur ikki verið skilagóð sigling, tí so nógv fólk er báturin ikki ætlaður at flyta.
Politikkur á Cuba er í dag tað sama sum Fidel Castro. Stutt og greitt. Hann situr í øllum týðandi sessum í politiska systeminum. Stjórnarleiðari, floksleiðari og ovasti fyri herinum.
Á mannamunni verður Fidel Castro í dag nevndur »El Comandante«, »El Jefe« ella bara Fidel. Vanligt mannatos er, at hann ivaleyst er størsti konufólkarevurin á Cuba yvirhøvur. Roknað verður við, hóast eingin veit ella torir at siga tað, at Fidel eigur nógv fleiri børn enn tey bæði, hann eigur við konuni, hann varð skildur frá í 1955. Síðan hevur hann ikki verið giftur aftur.
Castro er ein rættiliga karismatisk persónligheit. Hann dugir væl at venda einihvørjari støðu til egnan fyrimun.
Í 1994 mótmæltu túsundtals cubanar á Malecon í Havana og róptu rakstrarróp móti stjórnini.
Castro møtti sjálvur upp og tók orðið. Han kláraði at venda støðuni so, at tá av torrnaði, var tað fyri stjórnini, rakstrarrópini vóru.
Eisini er hann kendur fyri sínar maraton røður, sum cubanar lurta væl eftir. Verður sagt.
Men tosar tú við vanliga cubanar, so siga teir, at teir líkasum kenna seg noyddar at fara á Plaza de la Revolución til dømis 1. mai, tá Fidel heldur røðu. Røðurnar eru kendar fyri sína longd. Metið varð sett í 1959, tá hann talaði í heilar sjey tímar og 20 minuttir út í eitt.
Men tað halda fólk einki um. Einki menniskja stendur alla tíðina og lurtar eftir eini slíkari røðu. Tey koma og fara og vita ikki, tá liðugt er, hvat hann hevur sagt.
Í dag eru røðurnar tó væl styttri. Heilt niður í tveir tímar. Og tað leggja fólk úr soleiðis, at nú er aldurin farin at merkja mannin. At tað samstundis er longri og longri ímillum, at hann sæst alment , verður tikið sum tekin um, at hann kanska er sjúkur.
Men hóast alt er Fidel Castro rættiliga nógv umhildin av stórum parti av cubanska fólkinum. Serliga teimum eldru, sum minnast tíðina áðrenn kollveltingina. Tó siga tey vanliga, at tey eri ikki kommunistar. Tey eru »Fidelistar«.
Og hóast fólk búleikast undir rættiliga trongum korum á Cuba, hava tey ikki gloymt at skemta og hugna sær.
Dansur og spæl
Dansur og spæl eru gleðisbrøgd, frá upphavi hava so staðið, stendur í føroysku Brúðarvísuni. Og soleiðis er sanniliga eisini á Cuba.
Tónleikurin er tann berandi megin í cubanskari mentan. Og tónleikurin her er sum á flestu caribisku oyggjunum ein blanding av europeiskum og afrikanskum rútmum.
Av teimum flestu verður cubanskur tónleikur ivaleyst settur í samband við eggjandi afro-cubanskar taktir sum rumba, cha-cha-cha ella aðrar salsarútmur. Og tað er eingin trupuleiki at finna eitthvørt stað í Havana, har tú dagliga sært hesar dansiglaðu cubanararnar vísa síni kystur.
Sjálvur var eg ongantíð á gólvinum. Vildi líkasum ikki gera meg sjálvan til láturs, sum eg sá onkrar aðrar europearar verða, fyrstu ferð eg vitjaði eitt slíkt dansistað.
Tey hildu seg ivaleyst duga væl at sveiggja við mjadnunum. Men fyri cubanarunum hava tey ivaleyst sæð út sum kálvur í flóri. Tað varð flent hart at teimum, so eg avgjørdi í mínum stilla sinni at klára meg við tí, eyguni fingu, hóast mær dámar væl at dansa. Og hugaligt var at eygleiða øll hesi fólkini, sum tóktust hava fingið inn við móðurmjólkini hesar dampandi salsarútmurnar, sum anda av sveitta og lívsnjótan.
Salsa merkir í gundini sós, og er ein felagsnevnari fyri nógvar ymiskar, caribiskar rútmur. Cubanar vilja vera við, at teir eiga salsatónleikin. Men bæði í New York og Puerto Rico, eru fólk líka vís í, at tað var har, salsa varð til.
Ein caribisk perla
At vit eru stødd í Caribia, er eingin ivi um, so skjótt ein kemur út um Havana. Norðantil á oynni eystan fyri høvuðsstaðin liggja frítíðarparadísini lið um lið. Og ferðamaðurin, sum bert hevur verið á hesum støðunum, man av sonnum siga, at hann hevur ikki vitjað betri stað á Jørðini. Av sonnum ein caribisk perla.
Her hava cubanar sanniliga dugað at alt fram støð, sum kunnu geva teimum alsamt fleiri ferðafólkunum eina fatan av Cuba sum einum framkomnum ferðamannalandi.
Veruleikin er júst tann, ein sær á teimum flottu postkortunum og í ferðabóklingunum. Tær myndirnar lúgva ikki. Kilometra langar, hvítar strendur. Útgrunt er, so sjógvurin fær ein tølandi, ljósagrønan lit. Tað kenda sandrivið býtur stutt úr landi. Himmalin er myrkabláur, og pálmar og annar tropuvøkstur gevur seg linliga í svalandi fleyrinum. Kokosnøtirnar hanga í teggjum og hótta við at detta í bollan á tær hvørja løtu.
Ein slík løta, undir svalandi skuggataki við Caribiska Havinum sum sjóðandi undirspæli og eggjandi kvinnumjadnum í takt við salsarútmurnar frá orkestrinum á strondini, ger, at tú fært hug at vitja landið aftur.