Føroya Tele lækkar prísirnar

Á tíðindafundi í gjár, kunnaði Andrass Róin, stjóri á Føroya Tela, fjølmiðlarnar um, hvørjar príslækkingar talan verður um, nú samráðingarnar við fjarskiftiseftirlitið eru lidnar

Seinastu árini hevur Føroya Tele við jøvnum millumbilum lækkað nýtslugjøldini á teleøkinum, og fríggjadagin varð so á tíðindafundi boðað frá, at frá 1. Februar lækka minuttakstirnir fyri telefonsamrøður munandi.

Júst hvørjar lækkingar talan er um, sæst á talvuni aðrastaðni a hesi síðu, men sum tað eisini framgongur av talvuni, so er ikki bara talan um lækkingar, við tað at uppringingar- og mánaðargjaldið hækka, tá nýggi prísirnir verða settir í gildi.

Í ávísum førum hevur verið funnist at, at Føroya Tele hevur havt somikið stór yvirskot seinastu tíðina, og røddir hava verið frammi um, at hetta er tekin um ov høg nýtslugjøld.

Andrass Róin greiddi á fundinum frá, at tað er sera týdningarmikið hjá felagnum at hava góð úrslit og gott gjaldføri. Bæði tí felagið í framtíðini helst má gera umfatandi íløgur, men eisin tí felagið framvegis hevur eina hampuliga stóra skuld, sum tó er minkað í stórum seinasta tíggjuáraskeiðið.

Hann greiddi tó eisini frá, at Føroya Tele sær tað sum eina samfelagsskyldu at lækka nýtsluprísirnar, tá hetta verður mett at vera fíggjarliga forsvarligt, soleiðis at brúkararnir fingu tænastuni til best møguligan prís.


Lækka prísin

og økja um søluna

Nýggja prísásetingin er úrslit av teimum samráðingum, sum Føroya Tele og Fjarskiftiseftirlitiði hava ført seinastu mánaðirnar, og fyri tey, sum skulu gjalda fyri nýtslu av telefonini má sigast, at hetta eru góð boð at fáa.

Andrass Róin greiddi eisini á tíðindafundinum frá, at verður talan um eina óbroytta nýtslu í 2000, sæð í mun til undanfarna ár, fara príslækkingarnar at merkja, at inntøkurnar hjá Føroya Tele fara at lækka við einum 15 mió.kr.

At hetta verður so, tykist tó alt annað enn sannlíkt, tí av øðrum tølum, sum vórðu framløgd fríggjadagin framgekk, at Føroya Tele væntandi fer at hava eina nettosølu í 2000 upp á 245 mió. kr., sum er uml. 30 mió. kr. hægri enn í undanfarna ári.

Orsøkin til hesa hækking er helst, at Føroya Tele væntar eina framhaldandi øking í felagum, serliga innan alnetið og fartelefonir. Talið av felagum á hesum økjum hevur verið støðugt hækkandi seinastu árini, og við verandi gongd er ivaleyst eisini hald í hesum metingum.

Tá farið var undir samráðingarnar var gjørt av, at grundarlagið undir nýggju prísunum skuldi vera teir prísir, sum eru galdandi í grannalondum okkara, t.v.s. fyrst og fremst norðanlondum.

Stjórin á Føroya Tele greiddi frá, at tá útgangsstøðið er tikið í grannalondum okkara, so hevur hetta viðført, at telefongjøldini í Føroyum nú vera millum tey lægstu í Europa. Sambært egnum útrokningum hjá Føroya Tele, sum síðani eru samanhildnar við útrokningar hjá »Tarifica Telecoms Pricing Bulletin», eru Føroyar nú á einum sjeynda plássi, tá tað ræður um at tosa bíliga í telefon. Viðmerkjast kann, at Tarifica Telecoms Pricing Bulletin hvønn mánað finnur fram til 10 tey bíligastu »telefonlondini« í Europa


Hægst loyvdu prísir

Vert er tó at leggja til merkis, at teir prísir, sum Føroya Tele og Fjarskiftiseftirlitið eru komin ásamt um, eru hægst loyvdu prísir fyri telesamskifti í Føroyum, og tískil er einki til hindurs fyri, at lækkingarnar í prísunum vórðu enn størri, enn tær, sum framganga á hjáløgdu talvu.

Spurningur kann tí setast við, um tað er Føroya Tele ella Fjarskiftiseftirlitð, sum eiga heiðurin fyri lækkaðu prísirnir, sum framyvir fara at galda.

Andrass Róin viðgekk eisini, at teir undir samráðingunum fegnir vildu havt prísirnar á summum økjum, eitt nú alnetinum, at verið eitt sindur hægri, eins og teir royndu at fáa tað kostnaðarmiklu tíðin, t.v.s dagtakstirnir, at fevna um fleiri tímar.

Samanumtikið metti hann tó, at talan var um eina semju millum partarnar báðar, eins og hann metti, at hetta er ein loysn, sum báðir partar kunnu liva við.



Prísbroytingar galdandi frá 1. februar 2000


Minuttgjald - fastnet dag, í dag 0,70, 1/2-00 0,38, munur ÷45,7%

- nátt 0,35 0,24 ÷31,4%


Minuttgjald - GSM dag, 2,80, 2,40, ÷14,3%

- nátt, 1,40, 1,40, 0,0%


Minuttgjald - NMT dag, 1,90, 1,70, ÷10,5%

- nátt, 0,95, 0,90, ÷5,3%


Minuttgjald internet - dag, 0,30, 0,30, 0,0%

- nátt, 0,15, 0,15, 0,0%


Uppringingargjald, 0,30, 0,40, 33,3%


Mánaðargjald fastnet, 89,00, 115,00, 29,2%


Mánaðargjald ISDN, 135,00, 175,00, 29,6%


Mánaðargjald fartelefon, 89,00, 115,00, 29,2%