Eirikur Lindenskov
? Samgongutingmenninir eiga einsamallir alla ábyrgdina av vánaliga úrslitinum av nýggju fólkapensjónini.
Hetta siga tingmenninir hjá Javnaðarflokkinum, Hans Pauli Strøm og Kristian Magnussen í hvassari viðmerking í blaðnum í dag.
? Tað er ikki landsstýriskonan, sum hevur ábyrgdina av, at hetta ófullfíggjaða og vánaliga lógaruppskotið varð skrumblað ígjøgnum og gjørdist løgtingslóg. Hinvegin er tað løgtingsmeirilutin, samgongutingmenninir, sum fuskaðu eitt lógaruppskot ? sum eingin kendi avleiðingarnar av ? ígjøgnum, siga javnaðartingmenninir.
? Vit hava ávarað?
Tingmenninir undrast á, at tað júst eru hesir somu tingmenn (Finnur Helmsdal og Páll á Reynatúgvu, blðm.) sum nú koyra so hart á Helenu Dam á Neystabø.
? Teir hava sjálvir havt allar møguleikar at rættað teir nógvu skeivleikarnar og óhepnu avleiðingar av lógini.
? Vit hava ávarað teir ferð eftir ferð. Vit ráddu teimum til ikki at fuska uppskotið ígjøgnum, men at taka okkum alla ta tíð, sum kravdist, fyri at geva uppskotinum ta neyðugu viðgerðina í Trivnaðarnevndini, siga javnaðartingmenninir, sum báðir eru limir í løgtingsins trivnaðarnevnd.
Javnaðartingmenninir vísa eisini á, at hóast tjóðveldistingmenninir, sum eisini limir í Trivnaðarnevndini, leikaðu í, so vóru teir sera positivir í teirraa meririlutaáliti til sjálva pensjonslógina í vár. Tá søgdu teir:
?Lyklaorðini til hesa nýggju pensjónslóggávu er einfald- og nútímansgerð, umframt tillaging til føroysk viðurskifti.?
Hetta halda javnaðartingmenninir lítið um.
? Og hvat siga teir nú um somu lóg? Óðamannaverk og lortablæur. Men ikki fyrr enn teir hava hoyrt umboð fyri brúkararnar kolldøma lógina og kalla hana kryplaða og eitt makkverk.
Nú hava vit so hoyrt og sæð, at teir aftur einaferð eru flongdir upp á pláss av løgmanni og øllum landsstýrinum.
Virða ikki egin ráð
Hans Pauli Strøm og Kristian Magnussen halda tað eisini vera alla átalu vert, at landsstýrið ikki hirðir at spyrja egin ráð og nevndir, so sum Eldraráðið, Ráðið fyri Brekað o. o viðkomandi ráð, so sum Landsfelag Pensjónistanna og Meginfelag teirra Brekaðu, til ráðs.
? Eingin av hesum hevur havt møgueleikar at seta seg 9inn í hesar stórbroytingar ella koma við viðmerkingum, tíansheldur at verða tikin upp á ráð, siga teir.
Forkvinnan í Ráðnum fyri Brekað vísti herfyri í Sosialinum á, at ráðið als ikki hevði sæð pensjónslógaruppskotið áðrenn tað fór í tingið, hóast Helena Dam á Neystabø fleiri ferðir hevur sagt, at lógaruppskotið hevur verið viðgjørt í ráðnum.
Kristian Magnussen og Hans Pauli Strøm harmast eisini um, at samgongumeirilutin hevur gjørt hetta málið til eitt stríð millum andstøðu og samgongu ? til eitt óverdugt klandursmál.
Helena komin alt
ov seint við málinum
Finnur Helmsdal stendur fast við allar ákærurnar móti Helenu Dam á Neystabø. Hann heldur tað vera skeivt av løgmanni at tveita ábyrgdina yvir á tinglimir. Formaður Tjóðveldisfloksins, Heini O. Heinesen, er púra samdur við Finni Helmsdal. Hann vísir á, at vit í Føroyum hava ráðharraábyrgd, og tí er tað landsstýriskvinnan, ið hevur fulla ábyrgd av óskilinum.
Finnur Helmsdal ásannar, at hann átti at gjørt óvusligari vart við ónøgd sína um málið undir politisku viðgerðini. Men hann varð ? eins og floksfelagar hansara rigin upp á tráð av landsstýriskvinnuni.
? Málið varð skrumblað ígjøgnum og nú sæst úrslitið, sigur Finnur Helmsdal og vísir á, at orsøkin til rumblið er, at málið kom alt ov seint fyri tingið.
Lesið annars meira á síðunum 4-6 og á síðu 8.









