? Beint nú sær tað ikki so gott út. Men so fáa vit at síggja, hvussu alt tørnar út.
Jón á Steig, leiðandi yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, sigur, at eisini 2000 verður eitt sera trupult ár á Landssjúkrahúsinum.
Týsdagin var fundur ímillum leiðsluna á og yvirlæknarnar á Landssjúkrahúsinum um játtanina, sum tey hava fingið á fíggjarlógini í ár.
Á fundinum vóru bara høvuðstølini umrødd.
Men hóast tey ikki fóru í smálutirnar, kann Jón á Steig longu nú staðfesta, at tað verður neyðugt við enn fleiri tiltøkum í ár fyri at halda játtanina, enn í fjør.
? Vit hildu, at kreppan var av nú. Men tað vísir seg ikki, í hvussu so er ikki á Landssjúkrahúsinum. Tí eftir fundin mugu vit staðfesta, at vit aftur einaferð enn noyðast undir eitt ár, har vit skulu renna skjótari, enn vit gjørdu í fjør, sigur hann.
Nú skal so játtanin býtast sundur ímillum tær ymsu deildirnar og undirdeildirnar á Landsjúkrahúsinum og fyrrenn tá, ber ikki til at siga nágreiniliga, hvussu støðan verður.
Pengar fylgja ikki við
Yvirlæknin sigur í kreppuárunum varð farið yvir til eitt slag av stýring á Landssjúkrahúsinum, sum nevnist ?rammustýring?.
Tað merkir, at Landssjúkrahúsið fær ein posa av pengum, sum tað so skal klára seg fyri.
Peningurin verður so býttur sundur ímillum tær ymsu deildirnar og undirdeildirnar.
? Men ?rammustýring? merkir eisini, at hevur eitt nú ein seingjadeild undirskot eitt ár, tekur hon undirskotið við sær yvir í tað nýggja árið.
Frammanundan varð játtanin til Landssjúkrahúsið ásett eftir tí virksemi sum var.
? ?Rammustýring? er eitt amboð, sum verður brúkt í krepputíðum. Men nú mugu vit koma burturúr hesi støðu aftur, so at játtanirnar fara at fylgja við tí virkseminum, sum er sigur Jón á Steig.
Hann sigur, at í fjør fekk Landssjúkrahúsið um 220 milliónir til raksturin.
? Í ár er játtanin 232 milliónir. Men tær 12 milliónirnar, sum eru komnar afturat, eru ikki nóg mikið til lønarhækkingina, sum starvsfólkið fekk í fjør og aftur fær seinni í ár.
Yvirlæknin sigur, at bara fyri at leggja upp fyri lønarhækkingunum, skuldi játtanin verið næstan tvær milliónir hægri í ár, enn hon er.
? Men harafturat eru tað ymsar deildir, sum hava undirskot við sær inn í 2000.
? So bara hetta ger, at tað verður neyðugt at húsast betri við játtanini í ár, enn í fjør, sum hann tekur til.
Hann sigur, at enn er onki avgjørt, hvar møguligar sparingar, skulu setast í verk.
? Men tað er ongin loyna, at eini 80% av útreiðslunum eru lønir. So skal tað sparast, eru tað lønirnar, sum fyrst verður hugsað um.
Hann leggur tó dent á, at enn er ongin avgerð tikin og hann vónar heldur ikki, at tað verður neyðugt at siga fólki upp.
Niðurleggja funktiónir
Jón á Steig sigur, at Landssjúkrahúsið hevur nú spart so nógv hesi seinastu árini, síðani kreppan rakti, at tað er ein spurningur, hvussu leingi hetta gongur.
Og tað er ikki bara á Suðuroyar Sjúkrahúsi, at tosað verður um at leggja heilar funktiónir niður. Tað hevur eisini verið umrøtt á okkara høvuðssjúkrahúsi.
Og hetta var eisini nevnt á fundinum ímillum sjúkrahúsleiðsluna og yvirlæknarnar á Landssjúkrahúsinum týsdagin. Tí, nú er støðan komin hartil, at tað nyttar ikki stórt meiri at finna sparingar við at siga einstøkum fólkum upp her og har.
? Vit eru nú komin hartil, at vit eisini eru farin at hugsa tann tanka, at einasta loysnin er at taka heilar funktiónir av.
? Og tann bólturin varð eisini kastaður upp í loft á fundinum ímillum yvirlæknar og leiðslu týsdagin.
Jón á Steig sigur, at fyri 10 arum síðani varð játtanin til raksturin á Landssjúkrahúsinum 252 milliónir, ella 20 milliónir hægri enn nú.
? Sostatt hava vit nú 20 milliónir minni til raksturin, enn vit høvdu fyri 10 árum síðani, og tað merkist sanniliga tað merkist.
? Tí samstundis eru lønirnar farnar upp. Og ikki minst virksemið munandi økt hesa tíðina við tað, at bæði sjúklingatalið er nógv hægri, umframt at Landssjúkrahúsið hevur fingið nógv fleiri funktiónir at røkja.
? Og nú vit eru ikki so langt frá, at vit mugu fara at tosa um at taka heilar funktiónir av.
Men avleiðingin av tí verður, so, at fleiri sjúklingar verða sendir til Danmarkar.
? Kostnaðurin fyri at senda sjúklingar til Danmarkar er ein játtan heilt fyri seg. Men flyta vit funktiónirnar til Danmarkar, flyta vit samstundis arbeiðsplássini til Danmarkar, tí sjúklingarnir skulu hava viðgerð, so ella so.
Jón á Steig sigur, at tað verður Almanna- og heilsumálastýrið, sum má avgera, hvørjar funktiónir, skulu takast av, tvs, um vit ongan eygnalækna ella oyrnalækna skulu hava longur, um tað skulu vera dialysusjúklingarnir, krabbameinssjúklingarnir, ella aðrir sjúklingar, sum hereftir skulu sendast av landinum, sigur Jón á Steig.
Hann leggur tó dent á, at enn eru ongar sum helst avgerðir tiknar í so máta.
Men hann vísir á, at nú er starvsfólkið á Landssjúkrahúsinum av álvara farið at troyttast av at fáa alsamt fleiri og fleiri byrðar omanyvir seg. Og hann viðgongur eisini, at tað var eitt vónbrot at byrja eina nýggja øld og eitt nýtt túsundáraskeið í sama stíli, sum tað gamla varð slept uppá.