750 metrar millum Gorm og hval

Eingin endi fekst á hvalin á sandinum í Sørvági, tá Gorm týsdagin royndi at fáa hvalin til havs. Hann liggur 650 metrar frá marbakkanum - og Gormur hættar sær ikki nærmari bakkanum enn 100 metrar

Ólavur í Beiti


Tá ið Sosialurin hevði skiparan á »Gormi« í telefonini mikumorgunin, lá vaktarskipið á Klaksvík. Týsdagin var »Gorm« á Sørvági at kanna umstøðurnar viðvíkjandi hvalinum, og hvussu hann kundi fáast av aftur Sandinum, har hann liggur væl og virðiliga boraður í sandinum, men tá varð einki gjørt, tí eingin endi var umborð á vaktarskipinum, sum rakk.

Tað er nú soleiðis vorðið, at illa slepst til hvalin fyri marbakkanum, og so liggur hvalurin óvanliga langt »heima« á Sandinum, sum sagt verður í bygdini.

Skiparin á »Gormi«, Julian Martin Juul, sigur, at frá marbakkanum til hvalin eru einir 650 metrar, og tá ið vaktarskipið ikki fær komið nærri marrubakkanum enn einar 100 metrar, verður frástøðan einar 750 metrar millum skip og hval, og so langan enda hava teir ikki umborð á skipinum. Tað longsta er eitt togverk uppá 220 metrar, sigur Julian Martin Juul.

? Og heldur ikki í allari oynni var gjørligt at fáa nakran enda, sum var so langur, at hann rakk, leggur skiparin á »Gormi« aftrat.


15,60 metrar langur

Ætlanin er tá at fáa hvalin av aftur Sandinum í Sørvági, men nær tað verður er ikki gott at siga.

Vaktarskipið »Gorm« hevur nú útgerðina tøka, so nú er bert at bíða eftir, at veður verður at fáa endan á hvalin og toga hann langt út aftur á hav, haðani hann helst er komin.

Ein skúlaflokkur í Sørvági hevur verið og mált hvalin, og sambært hesum er hann 15,60 metrar langur. Einki hevur verið at hoyrt um, hvat hetta er fyri ein hvalur og heldur ikki er lætt at meta um tað, tí hann er nakað illa farin.