glaður og lættur maður, tá Tróndur Arge fekk orðið á hann, aftaná 2-1 sigurin hjá AB ímóti HB í Gundadali. Jógvan Skeel Nolsøe viðgekk, at Skála legði trýst á AB við sigrinum á B68 á Skála ígjár, men Jógvan [...] fegnast um ein týdningarmiklan sigur í dag, sum gevur AB luft niður til niðurflytingarstrikuna. TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Jógvan Skeel Nolsøe segði við Trónd Arge aftaná dystin.
mær dámar eisini væl ein góðan storm av og á. Eg vóni, at okkara sjófólk eru á tryggum stað, meðan lágtrýstini ýla framvið oyggjunum, skrivar løgmaður á Facebook um nátturðatíð í sunnukvøldið. [...] Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, á Facebook. Hann heldur eisini, at tað er upplagt at seta á stovn eina altjóða hægri útbúgving innan meteorologi í Føroyum. – Eg elski gott veður
Ein 24 ára gamal maður doyði í ferðsluvanlukku á Høgareyni á Vestmannavegnum nakað fyri klokkan 14 seinnapartin í dag. Løgreglan í Havn upplýsir, at talan var um eina motorsúkklu, sum var í óhappinum, [...] motorsúkklur vóru í ferðalagnum, sum var á veg móti Vestmanna. Tey avvarðandi eru kunnað, sigur løgreglan. – Nú verður kanningararbeiði gjørt. Akstovan er komin á staðið at kanna umstøðurnar, og vit skulu [...] skulu eisini avhoyra vitni, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.
Í morgun hendi eitt arbeiðsóhapp á blandistøðini hjá J&K Petersen í Havn. Vágaportalurin skrivar, at ein maður fekk skaða í høvdið av einum óhappi og varð fluttur á Landssjúkrahúsið. Óhappið hendir, tá [...] trukkur skuldi lyfti eina rist, sum datt á eitt band, sum var fest í eitt 4 metrar langt jarnrør. Jarnrørið rakti mannin í høvdið. Vanlukkan verður ikki mett sum brot á arbeiðsverndarlógini, men sum eitt hendiligt [...] hendiligt óhapp, sigur løgreglan við Vágaportalin. Arbeiðseftirlitið hevur verið á staðnum og skal gera frágreiðing um hendingina.
Ein maður, sum hevur arbeitt í móttøkuni á einum av teimum mest virdu sjúkrahúsunum á Manhattan í New York, er tikin og ákærdur fyri at hava tikið og selt upplýsingar um sjúklingarnar. Maðurin, sum hevur [...] hevur arbeitt á New York-Presbyterian Hospital/Well Cornell Medical Center, bleiv handtikið um vikuskiftið, tá leiðslan á sjúkrahúsinum varnaðist, hvat hann hevði fingist við. Leiðslan sigur, at maðurin [...] maðurin hevði atgongd til telduskipanina á sjúkrahúsinum, og at hann hevur tikið og selt upplýsingar um næstan 50.000 sjúklingar tey bæði seinastu árini.
Valdemar Lützen, Peter Jensen, meiaristi og øðrum. Í 1927 keyptu teir skonnartina Martu frá Palla á Mýru á Tvøroyri. Hon var mett at taka 1.200 til 1.400 skippund, og var skipið sostatt bæði stórt og rúmligt [...] d. ”Thurid” og ”Normanner” við ávikavist Tummas í Hanussarstovu í Skálavík og Lassa Johansen á Strondum sum skiparum. Teir løgdu nógvan fisk upp her í Havn. Dugdi væl við fólki Heinesen dugdi væl at [...] februar mánað 1952 sigldi Normanner á land og sakk við Orknoyar. Í mars mánað 1943 keypti P/F Vágsbotnur við Zacharias Heinesen sluppina ”Isabellu” frá T.F. Thomsen á Tvøroyri. Ætlanin var, at hon skuldi
norðaneftir fara í tunnilismunnan á Strondum. Verður tann tunnilin ikki gjørdur, skal øll ferðslan ístaðin út ígjøgnum Runavík og Saltangará, og hinar bygdirnar á eystara armi á Skálafirði. Hann heldur, at tað [...] Fjall gerast, men tá ið teir eru lidnir, skal farast undir tunnil til Vestmanna. Hann vísir eisini á, at á uppskotinum til fíggjarlóg fyri næsta ár, er ætlanin at seta pening av til at fyrireika tunnil til [...] gerast í 2022 og 2023, og so kann verða farið undir Gøtudalstunnilin í 2024, ella har á leið. Annars hevur Landsverk víst á, at ein tunnil ímillum Gøtudal og Skálabotn er avgerðandi fyri ferðsluna, tá ið E
(VAP), verður samlað á einum nýggjum virki á Glyvrum. Í dag hevur Bakkafrost framleiðslu av køssum bæði á Argjum og á Glyvrum. Kryvjing av fiski fer fram í Kollafirði, á Strondum og í Klaksvík, meðan [...] framleiðslan av porsjónum er í Fuglafirði og á Glyvrum. Við at samla alt á Glyvrum kann kappingarførið betrast við 50-70 milliónir krónur um árið. Ætlanin er ikki at siga nøkrum starvsfólkum úr starvi [...] amboðini, økja um effetivitetin, minka um lívfrøðisliga vágan, og støðugt tryggja bestu kappingarstøðu á marknaðinum. - Bakkafrost miðjar ímóti at vera ein føroysk fyritøka í heimsflokki. Síðan 2006 hevur
Rasmussen (Ras) á Toftum 70 ár. Dagurin verður hildin í Kvinnufelagshúsinum á Glyvrum fríggjadagin 26. mars frá kl. 19. Silvurbrúdleyp Týsdagin 23. mars hava Heidi og Jan Abrahamsen á Strondum silvurbrúdleyp [...] 45 og 50 ár, halda vit felags føðingardag í Eydnuni á Oyrarbakka 10. apríl kl. 18. Tey ið ynskja at gleða okkum við at koma, verða biðin at boða frá á tlf. 422165 ella 226623 innan 25. mars. Heilsan Halljón [...] vilja gleða okkum við at koma verða biðin um at siga frá innan 8. apríl á tlf. 447160 ella 270876 Diamantbrúdleyp Ruth og Robert á Lakjuni, Fuglafirði, halda diamantbrúdleyp í bygdarhúsinum í Leirvík 26
eisini einsamalt umboð fyri Sambandsflokkin. Tá fekk hann 262 atkvøður, tríggjar fleiri enn næsti maður á listanum.