Í morgun hendi eitt arbeiðsóhapp á blandistøðini hjá J&K Petersen í Havn. Vágaportalurin skrivar, at ein maður fekk skaða í høvdið av einum óhappi og varð fluttur á Landssjúkrahúsið.
Óhappið hendir, tá ein trukkur skuldi lyfti eina rist, sum datt á eitt band, sum var fest í eitt 4 metrar langt jarnrør. Jarnrørið rakti mannin í høvdið.
Vanlukkan verður ikki mett sum brot á arbeiðsverndarlógini, men sum eitt hendiligt óhapp, sigur løgreglan við Vágaportalin.
Arbeiðseftirlitið hevur verið á staðnum og skal gera frágreiðing um hendingina.